Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi


Góða páskaferiu! Vit síggjast í skúlanum aftur tann 23. apríl :)

Blíðar heilsur

Annika og Súsanna


-----------------------------------------------------------------------------------------------------------

Kunning!

Komandi týsdag og onsdag verið eg burturstødd í samband við skeiðvirksemi.

Vit hava í Heimstaðarlæru havt fokus á okkara samfelag nú og fyrr. Vit hava í hesum sambandið lurta eftir útvarpsrøðini "Tá omma og abbi vóru børn" og práta nógv um fyrr og nú. Vit fara í hesum sambandið leypandi at hava fokus uppá spøl, ið vóru spæld fyrr og ætla vit at royna nøkur av hesum.

Tórsdagin fara vit í samband við heimstaðarlæru, at vitja neytafjósið hjá Mortan Sørensen í Ørðavík. Havið tí gummistyvlar og klæði, ið hóska til veðri. 

Í støddfrøði eru vit farin undir at arbeiða við brøkum og vit fylgjast í bókini. Øll sum vóru í skúla hava rokna seg lidnan, sostatt hava tey eingi skúlating heim við. Eg vil tó heita á tykkum, um at halda áfram at venja 2-, 3- og 4-tabellina heima, tí vit koma at venja aðrar tabellir í næstum og so er gott at hesar eru komnar nøkunlunda uppá pláss.

Blíðar heilsur

Annika


_________________________________________________________________________________________________________________

Góðu foreldur.         01.04.19

Fráboðan um barnaorm er komin til skúlan.

Vh Deildarleiðarin



Barnakonsert við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum

Týsdagin 2.apríl ( um veðurgudarnir eru við okkum )


Tónleikaævintýrið um riddaran, sum fer at veiða vind. Okur hitta loyndarfullu álvargentuna Vár, stórbæru ørnina Summar, gronutu bjørnina Heyst og ræðandi  ( men kortini fitta ) drekan Vetur.


·         Av Krambatanga  kl. 07.00  Møta  06.45 á Farstøðini. Telja

·         Góðan matpakka við og klødd eftir veðrinum. Gingið verður niðan í Norðurlandahúsið.

·        Sýningin verður 10.05

·         Lummapeningur – hægst 50 kr. Brúka á veg suður við Smyrli

·         Ongan elektronikk við ei heldur tlf.  (Um bráfeingisboð eru – ring sí lærarar)

·         Bøkur ella spøl at hugna sær við

·         Ikki loyvt at renna ei heldur at rópa umborð á Smyrli. Góðan atburð

·         Suður klokkan 13.00


Flokkur


Næmingatal

Lærarar


1a.


22

Cecilia   ( 591985)

Estrid   ( 254925


2a.


15

Annika   ( 788045

Súsanna ( 223414)


2b.


16

Álvgerð  ( 255544)

Bjørg     ( 281188)


3a.


22

Jonleyg  ( 264995)

Elin        ( 214058)


4a.


16

Poul        (211971)

Henning  (581428




26.03.2019


Tilboð um foreldraviðtalu

Mánadagin 1. apríl ætla eg og Súsanna at taka eitt prát við tey foreldur, sum ynskja eina viðtalutíð.

Hetta er sum sagt eitt tilboð og skal man boða frá áðrenn fríggjadagin 29. marts um ein ynskir hetta.

Boðast skal frá (sms ella ringja) umvegis telefonnummarið hjá mær 788045. Eg venda síðani aftur við uppskot um tíðspunkt mánadagin 1. apríl.


Blíðar heilsur

Annika


________________________________________________________________________________________


21.03.2019

Góðu tit øll!

Flogbørnskappingin sum skuldi verða ímorgin er avlýst. Sostatt verður vanlig skúlagongd.

Vinarliga

Annika

----------------------------------------------------------------------------------

Fríggjadagin 22 mars verður flogbørns – kapping. Tá koma Peter og Anne frá Flogbóltssambandinum at skipa fyri kapping.

Tað verða 109 næmingar tilsamans úr Hvalba, Vági og Tvøroyri, ið møtast til stevnu. Holdini verða 25

Næmingarnir møta sum vanligt kl. 08.00 í skúla. ( onga skúlatasku)

Hava ítróttarklæði/innandura skógvar og ein góðan matpakka.

Minst til vatndunkin.


09.00                   Øll holdini í høllini. Frágreiðing um Flogbørn  og

                            Spælið verður víst.                                                   

09.30 – 10.30       Flogbørn spæla. 9 flokkur dømir.

10.30 – 10.50       Støðgur. Eta matpakka í stovunum/skúlahøllini.

11.45 –  12.00       Felags endi og heiðursmerkjahandan.

           12.30        Heim.    

Møtið stundisliga!!





19.03.2019

Hey tit øll!

Í komandi viku, tórsdagin 28. marts,  fara vit at hugna okkum og yvurnátta í skúlanum. Tit hoyra meira um hetta í næstum :)

Vinarliga heilsan

Annika og Súsanna


_________

Tunnusláttur

Mánadagin 04.03

í Trongisvágs skúla


Møta sum vanligt kl. 08.00 til morgunsang. Onga skúlatasku, men hava matpakka við.

Farið verður upp á gólv eftir morgunsangin. Siður er ikki at kvøða í grýluklæðum:

·         1a. skipar : Veturin kom við kuilda og kava

·         2a. skipar: Sigmundskvæði yngra

·         2b. skipar: Nykurs vísu

·         3a. skipar: Kall og Svein unga

·         4a. skipar: Ormin Langa

Telja í millum kvæðini.

Tey, ið ynskja at verða grýluklødd, kunnu skifta og mála til kl. 09.30 Síðan verður etið og fríkorter.

Klokkan 10.00 byrjar tunnuslátturin. Allir lærarar hjálpa til.

KATTAKONGUR  fær krúnu og gávu – genta & drongur

Øll fáa sunkist og føstulávintsbolla .Súsanna og Elin skipa fyri

Eyðun Nolsøe spælir kendar sangir til kl. 12.15

Sum vanligt minnast okur til at vera friðarlig og hugnalig. Tað vil siga at lata vera við at renna og rópa inni.

Skúladagurin endar kl. 12.30.


20.02.19

Fráboðan er komin um at lýs eru aftur komnar á vitjan í Trongisvágs skúla.

Vh Bjørg


Barnakórið syngur í Tvøroyrar kirkju sunnudagin 10 mars kl. 14.00

Kórið møtir kl. 13.30.



Vit syngja:  -Takk Gud, tí vit kundu vakna

                 - Gud hvønn ein smáfugl hevur skaåt

                 - Ver hjá mær, o Gud

                 - Minst til at biðja faðirvár


Eru spurningar ring 223478



Hey tit

Eg verið burturstødd til síðst í næstu viku og í hesum tíðarskeiði undirvísur Hanna Nolsøe í støddfrøði, kristni og heimstaðarlæru.

Eg vil enn einaferð minna á, at týdningarmikil fundur verður fyri øll foreldur onsdagin 6. feb.

Vinarliga heilsan

Annika

------------------------------------------------------------------------------------------------------




Góðu foreldur  22.01.2019

Fráboðan er komin um, at lýs eru komnar á vitjan í Trongisvágs skúla.

Vinarliga kanna barn títt 

Vh. Bjørg






22.01.2019


Kunning um støddfrøði

Vit fara í hesari vikuni at halda áfram at venja tabellirnar. Tey hava øll fingið trý smá kort, við 1-, 2- og 3-tabellinar, heim við. Haldið áfram at venja hesar. Í hesari vikuni fara vit eisini at enda kap. 6 "Vit falda 1" og eftirfylgjandi byrja, at arbeiða við at deila. Alt hettar er nýtt hjá teimum og tabellirnar hjálpa væl áleiðis, tá ið arbeiðast skal við hesum emnum. Vit halda áfram at arbeiða við tabellunum í skúlanum og tað er sera umráðandi, at tit hjálpa teimum við at venja hetta heima eisini. Tabelkortini sum tey hava fingið, skulu tey eiga. Tey fáa fleiri kort at venja so við og við.

Gevið gætur, at havi flutt heimstaðarlærutímarnar 1. og 2. tíma onsdag til tórsdag 1. og 2. tíma. Sostatt hava tey ikki støddfrøði tórsdag, men ístaðin onsdag. Tey fáa eina nýggja tímatalvu heim við ímorgin og tann nýggja tímatalvan er eisini at síggja her á síðuni, undir "Tímatalva".

Um tit hava møguleika til tess, so eru tit eisini vælkomin til at nýta tær talgildu uppgávurnar, sum hoyra til hvønn kapittul í roknibókini. Farið inn á snar.fo/rokning2 og síðani velja tit tað bókina, ið vit arbeiða í, ella ein av teimum sum vit hava verið ígjøgnum.

Vinarliga heilsan

Annika



----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


tykkum verða øll ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Vit síggjast í skúlanum aftur mánadagin 7. januar 2019.

Billedresultat for jul



---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Ónsdagin 19.12






·         10.30 møta í fimleikarhøllini í Tvøroyrar           skúla, har flokslærarin er.

·         11.00 í kirkjuni

·         Eftir barnagudstænastuna skulu øll       aftur í fimleikarhøllina saman við flokslæraranum. Børnini verða avheintað har ella fara heim við bussi.















Tórsdagin. 20.12







·         Barnakórið syngur frá 17.40 saman við           Juliu Højgard. Møta stundisliga 17.30.


·         Jólahaldið byrjar kl. 18.00


·         Gleðilig jól & eydnuberandi nýggjár


Jólahaldið 2018 í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla

Skrá:

1.      Klavertónleikur frá kl.17.30-18.00. Julia Højgaard spælir klaver. Barnakórið syngur við Juliu frá kl. 17.40.

2.      Lucia. Næmingar í 3. og 7.flokki. Hildur, Karin Maria og Jónleyg skipa fyri.

3.      Skúlastjórin bjóðar vælkomin

4.      Felagssangur. Føgur er foldin. Julia Højgaard spælir klaver.

5.      Jólaleikur. Næmingar í 6.flokki framføra jólaleikin ”Jól eru allastaðni”. Mariann Mikkjalsdóttir og Wivika Strøm    leikstjórna.

6.      Næmingar úr Trongisvágs skúla syngja ”Rudolf”. Cecilia og Tróndur Enni skipa fyri.

7.      Skúlaorkestrið  spælir løgini Jingle Bells, Nú tendrast 100 jólaljós og In the bleask mid winther. Tróndur Enni stjórnar orkestrinum.

8.      Filmur. Støddfrøði kann eisni vera jólalig.

9.      Felagssangur. Gleðilig jól. Julia Højgaard spælir klaver.

10.  Dansur um jólatræið. Foreldur og onnur vitjandi fáa kaffi og køkur.

11.  Jólamenninir koma á vitjan við jólapakkum til børnini.






Týsdagur 18.12



08.00 Morgunsang og kunning.

08.20 ( Hildur Lucia -7a við bussi frá n. sk)

08.30 Jonleyg - 3a Lucia við bussi úr Trongisvági

09.15 Eta

09.30 yvir á S.A.L.T

Aftur í skúla.

Heim 12.30


Skúlakórið

Upp á pallin í hesi røð : 1a,2a,2b,3a og 4a










Av pallinum í hesi røð: 4a,3a,2b,2a

1 fl. verður standandi og syngur: Nú liggur ein kavafonn.

Onga skúlatasku ei heldur ítróttarklæði . Matpakka og dunk       


Tórsdagin 13.12.18  

·         Næmingarnir hava skúlatasku við sum vanligt.

·         Umleið 08.30 ganga genturnar í 3a Lucia

·         Klokkan 10.00 býður 3.a øllum næmingunum til borðhald.

·         Tá hetta er liðugt, verður vanlig undirvísing aftur til 12.30


Broyting í jólaskránni í Trongisvágs skúla!!


Týsdagin 11.12.18 kl. 16.00 – 18.00 verður foreldra- og systkinavitjan í skúlanum í Trongisvági. 4 fl. skipar fyri. ( Ikki sum fyrr lýst fríggjadagin 14)

3. desember 2018

Hey tit :)

Vit eru nú farin undir kappitul 4 í roknibókini, ið snýr seg um tíð. Eg vil heita á tykkum foreldur, at hjálpa teimum við at skyna á klokku. Tað er so avmarkað hvussu nógva venjing, ið næmingar fáa, við einans at arbeiða við hesum í skúlanum. Tað er ein stór hjálp hjá børninum um tey eisini nýta klokku og tosa um klokkuna uttanfyri skúlatíð.

Í ár hava vit fingið ein vetrarroknikalendara og hava børnini tí eitt pappír, við dagsins roknispurningi, heim við. Øll hava fingið eitt lítið heftið har tey skriva svarið uppá dagsins spurning í. Hetta heftið verður latið inn til mín tann 17. des. Hetta er ikki ein lektia, sum skal gerast, men tankin er at ein kann hugna sær við at hugsa saman við øðrum fyri at loysa eina "gátu". Foreldur, syskin, vinir eru øll vælkomin at hjálpa :)

Eg vil eisini biðja tykkum um at tosa við tykkara børn um hvussu, ið tey nýta fartelefoninar. Í skúlanum verða allar telefonir koyrdar í ein kassa um morgunin, so her brúka tey ikki telefonirnar. Hóast hetta, so standast ósemjur og klandur í skúlatíðini av, at eitt hvørt verður skriva ella sagt via telefonirnar í frítíðini. Vit í skúlanum hava ikki møguleika fyri at kanna hvat børnini skriva, filma og senda millum sín í frítíðini. Vit hava tosa nógv um hetta í skúlanum og vit vilja heita á tykkum foreldur um at hjálpa børninum við hesum heima, tí hetta er ein vaksandi trupulleiki.


Vh.

Annika og Súsanna

________________________________________________________________________________________________


Góðu tit øll

Í morgin og vikuna út, fara vit at stákast til jóla. Vit fara at pynta heimastovuna og hava ymisk verkstøð. Aftur í ár fara vit at hava ein pakkakalendara í skúlanum. Havið tí ein pakka við í skúla áðrenn 1. des. Gávan má ikki kosta meira enn 30 kr. 



Jólavikurnar í Trongisvági

Novembur

Mánadag         26

Vanlig skúlagongd

Týsdag            27

Prýða heimastovurnar

Ónsdag           28

2 ymisk verkstøð

Tórsdag          29

2 ymisk verkstøð

Fríggjadag      30

2 ymisk verkstøð


Desembur

Mánadag         3

Vanlig skúlagongd

Týsdag            4

Vanlig skúlagongd

Ónsdag            5

Vanlig skúlagongd

Tórsdag           6

Vanlig skúlagongd

Fríggjadag       7

Vanlig skúlagongd


Mánadag         10

Vanlig skúlagongd

Týsdag            11

Vanlig skúlagongd

Ónsdag           12

Vanlig skúlagongd

Tórsdag          13

Lucia dagur & 3. fl skipar fyri tiltaki

Fríggjadag      14

Vanlig skúlagongd

Foreldra- systkinavitjan frá 16.00 – 18.00

Næmingar í 4 fl. baka vaflur.

 


Mánadag         17

Vanlig skúlagongd  venja kórsang

Týsdag           18

Vanlig skúlagongd  venja kórsang at framføra í S.A.L.T saman við blásarunu hjá Trónda

Ónsdag           19

Í kirkju kl. 11.00  nærri boð verða givin

Tórsdag          20

Jólahald í S.A.L.T  nærri boð verða givin


Jólafrítíð . Í skúla aftur mánadagin 7 januar.



Evnis– og prýðidagar í Trongisvági - jólini 2018

Mánadagin: 26.11 er vanlig skúlagongd.

Týsdagin:   27.11 verða heimastovurnar prýddar. At hava við í skúla : Matpakka,dunk,saks,lím og tað stóra smílið.

              1a. CP & SF  -  2a. An & SM  –  2b. ÁJ & Rókur  –  3a. JL & EJ  –  4a. PO & HT


Nissur

Einglar

Jólatrø

Hjørtu

Stjørnur

Sirupskøkur


1.


2.


3.


4.


5.



6.









  Stova 1

Álvgerð & Hanna

Stova 2

Annika & Súsanna

Stova 4

Poul & Henning


Stova 5

Elin & Bjørg


Stova 6 og 7

Cecilia & Rókur

Køk

Jonleyg & Sofía M            

Ónsdagin 28.11

Kramarhús

Klippa/líma

Gandadeiggj

Tøva kúlur/einglar

Perla jólaprýði

Smákøkur


1

2

3

4

5

6

Fríkorter

09.30 – 09.50








2

3

4

5

6

1


Rudda kl. 12.00 og heim við bussinum kl. 12.30 ella í frítíðarskúla





Stova 1

Álvgerð & Bjørg

         

Stova 2

Jonleyg & Sofía

Maria 

        

Stova 4

Poul & ( Sofía M)


Stova 5

Elin & Hanna


Stova 6 og 7

Cecilia & Rókur

Køk

Annika & Henning


Tórsdagur 29.11

Kramarhús

Klippa og líma

Gandadeiggj

Tøva jóla-kúlur/einglar

Perla jólaprýði

Smákøkur


3

4

5

6

1

2

Fríkorter

09.30 – 09.50








4

5

6

1

2

3



Rudda kl. 12.00 og heim við bussinum kl. 12.30 ella í frítíðarskúla



Stova 1

Álvgerð & Sofía

Maria           

Stova 2

Annika  & Bjørg

Stova 4

Poul & Henning

Stova 5

Jonleyg & Hanna



Stova 6 og 7

Cecilia & ( Bjørg)

Køk

Súsanna & Rókur


Fríggjadagur 30.11

Kramarhús

Klipp/lím

Gandadeiggj

Tøva kúlur/einglar

Perla jólaprýði

Smákøkur


5

6

1

2

3

4

Fríkorter

09.30 – 09.50








6

1

2

3

4

5


Rudda kl. 12.00 og heim við bussinum kl. 12.30 ella í frítíðarskúla