Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi




Ònsdagin 12.12.18  


Onga skúlatasku við ónsdag 12.12.18, men patpakka.  

Vit fara at venja Lucia og gera undirhald til tórsdagin 13.12.18. 

Jonleyg 
----------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Tórsdagin 13.12.18  

·         Næmingarnir hava skúlatasku við sum vanligt.

·         Umleið 08.30 ganga genturnar í 3a Lucia

·         Klokkan 10.00 býður 3.a øllum næmingunum til borðhald.

·         Tá hetta er liðugt, verður vanlig undirvísing aftur til 12.30


Broyting í jólaskránni í Trongisvágs skúla!!


Týsdagin 11.12.18 kl. 16.00 – 18.00 verður foreldra- og systkinavitjan í skúlanum í Trongisvági. 4 fl. skipar fyri. ( Ikki sum fyrr lýst fríggjadagin 14)




Jólavikurnar í Trongisvági

Novembur

Mánadag         26

Vanlig skúlagongd

Týsdag            27

Prýða heimastovurnar

Ónsdag           28

2 ymisk verkstøð

Tórsdag          29

2 ymisk verkstøð

Fríggjadag      30

2 ymisk verkstøð


Desembur

Mánadag         3

Vanlig skúlagongd

Týsdag            4

Vanlig skúlagongd

Ónsdag            5

Vanlig skúlagongd

Tórsdag           6

Vanlig skúlagongd

Fríggjadag       7

Vanlig skúlagongd


Mánadag         10

Vanlig skúlagongd

Týsdag            11

Vanlig skúlagongd

Ónsdag           12

Vanlig skúlagongd

Tórsdag          13

Lucia dagur & 3. fl skipar fyri tiltaki

Fríggjadag      14

Vanlig skúlagongd



Mánadag         17

Vanlig skúlagongd  venja kórsang

Týsdag           18

Vanlig skúlagongd  venja kórsang at framføra í S.A.L.T saman við blásarunu hjá Trónda

Ónsdag           19

Í kirkju kl. 11.00  nærri boð verða givin

Tórsdag          20

Jólahald í S.A.L.T  nærri boð verða givin


Jólafrítíð . Í skúla aftur mánadagin 7 januar.


​                                 





                                    Eitt sindur um vinarbólkar

Hevur illgresi einki at vaksa í, verður tað køvt og doyr. Men tað kann altíð koma aftur. Tí má javnan lúkast í jørðini, so ljós sleppur til, og grøðin fær tað, henni tørvar fyri at mennast og vaksa. Eitt vakið eyga skal alla tíðina haldast við umhvørvinum.

Happing er illgresi. Er umhvørvið jaligt, hevur tað høgt tolsemi fyri menniskjasligum ymiskleika, evni til innlivan, empati, og er hetta í tilvitskuni hjá teimum, ið ferðast í umhvørvinum, eru vakstrarlíkindi fyri happing sera vánalig. Venda vit myndini á høvdið, verður úrslitið sjálvsagt tað øvuta.

Fyribyrging og aftur fyribyrging er lyklaorðið í arbeiðinum við góðum sosialum trivnaði. Tað fyribyrgjandi arbeiðið skal vera ein heilt natúrligur partur av gerandisdegnum í skúlanum. Hetta ljóðar jú skilagott og eisini logiskt, men ofta er trupulleikin at finna mátan at gera hetta. Lærarin órógvast ofta av, at arbeiði, sum ikki hevur við beinleiðis fakliga undirvísing at gera, tekur nógva tíð av undirvísingartíðini. Lærarin skal ígjøgnum eitt pensum og kann ofta kenna seg trýstan, tá ið talan er um tíð. Hetta kann vera ein orsøk til, at trivnaðararbeiði hevur trupult við at gerast ein heilt natúrliga fastur partur av skúladegnum.

Sjálv havi eg sum lærari royndir við tveimum tiltøkum, sum hava eydnast sera væl. Hesi tiltøk havi eg valt at lýsa nærri í hesi greinini.


Vinarbólkar:

Børnini ganga í flokki saman í nógv ár. Men hóast tey eru saman øll hesi árini, allar hesar dagarnar og tímarnar, er als ikki vist, at tey kenna hvør annan serliga væl. Tey hava kanska eina mynd av hvør øðrum, sum í summum førum passar væl, og í øðrum førum er heilt av leið. At skapa eitt greitt forum, har øll hava møguleika fyri at verða sædd og at koma til orðanna, er ein sera góður máti at arbeiða við trivnaði. Øll í bólkinum sleppa at vísa sítt virði í tryggum umhvørvi.


Skipanin við vinarbólkunum:


  1. Lærarin bólkar næmingarnar eftir sosialu sambondunum í skúlanum. Setir 4-5 næmingar, sum í skúlanum ikki sýnast at hava nógv við hvør annan at gera, í sama bólk. Hetta kemur sjálvsagt at broytast eftir, at bólkarnir verða broyttir nakrar ferðir.
  2. Stuttur felags foreldrafundur verður hildin, har lærarin kunnar um tiltakið og grundgevur væl fyri tí, við atliti til góðan trivnað í flokkinum, sum er ein avgerandi fortreyt fyri góðum læruumhvørvi. Tað er sera týdningarmikið at fáa øll foreldrini við uppá tiltakið. Tí má tað lagast til, so at øll fáa verið við, til dømis við skipan av koyring, hølisviðurskifti og øðrum.
  3. Yvirskipaðar reglur fyri, hvat børnini gera, tá tey eru saman í vinarbólki, verða gjørdar. Til dømis skal ein meginregla vera, at børnini skulu vera saman um ymiskt gerandisligt. Tað vil siga, at tey skulu ikki í biograf, bovla og líknandi. Sjónvarp og telduspøl eru eisini bannað. At lata børnini eta døgurða saman, hevur verið sera væl eydnað. Men um foreldur halda hetta vera ov møtimikið, er tað ikki eitt must. 
  4. Foreldrini at børnunum í ymsu bólkunum seta seg saman og finna dagar fyri, nær vinarbólkurin skal vera hjá hvørjum – hetta er sera týdningarmikið at fáa gjørt, áðrenn tey fara heim!
  5. Avtalað verður eisini, hvussu tey skipa heimavitjanirnar, tað vil siga nær byrjar og endar bólkurin (2 tímar er væl hóskandi), hvussu við flutningi úr skúla/frítíðarskúla, skulu tey eta saman og annað.
  6. Tá børnini verða heintað, skulu foreldrini hava tíð til ein drekkamunn – og her skal avgjørt einki gerast burtur úr!



TEKSTUR: Anna Dalsgaard



Gódu foreldur og børn í 3 flokki.



Á foreldrafundi í september varð avgjørt at gera vinarbólkar í 3. flokki.



Foreldrini avgjørdu, at fáa vinarbólkar heim á vitjan eftir skúlatíð, og varð hetta viðtikið:


Vinarbólkurin er heima hjá vertinum í uml. 1½-2 tímar.


Allir skermar eru bannaðir.


Ongin matur (børnini kunnu hava eyka stóran matpakka við henda dag).

          

Ein vaksin er saman við børnunum (eitt nú gera okkurt saman, spæla spøl)


Foreldrini heinta børnini.



Tað riggar illa hjá okkum at áseta ein ávísan dag at hava vinarbólkar. Tí skjóta vit upp, at verturin skal hava vinarbólkin onkuntíð í vikuni, sum vit hava ásett í talvuni, og avtalar tað við øll í sínum vinarbólki.

Avtalið soleiðis, at øll í vinarbólkinum kunnu vera við!


Mánadagin eftir ásettu vikuna práta vit í skúlanum um vitjanina.


Vinarbólkarnir møtast 14. hvønn  dag – fyrstu ferð í viku 39.



Tann, ið stendur fyrst í hvørjum bólki, er vertur fyrst. Um tað ikki ber til hjá tí fyrsta at hava vinarbólk júst tá, kunnu tit býta um raðfylgjuna í bólkinum.


Tá ið øll hava vitjað øll í hvørjum bólki, eftirmeta vit.




 Vika 39

 24/9-30/9

Vika 41

Vika 43

Vika 45

Vika 47







Bólkur 1

Erla

Eyðbjørg

Lias

Ólavur

Julia







Bólkur 2

Birita Maria

Marita

Tobias

Eyðun








Bólkur 3

Baldrian

Lea

Sissal

Hans Jacob








Bólkur 4

Tanja

Natalia H

Kaleb

Bárður

Natasja







Bólkur 5

Billa

Natalia S

Brandur

Harry










Vónandi fer gott at spyrjast burtur úr hesum vinarbólkum.

Vit taka samanum í skúlanum fyrstu ferð mánadagin 1/10-18.


Blíðar helsanir

Jonleyg og Elin




​-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Góðu foreldur. 

Týsdagin 11 sep. kl. 19.00 verður felags foreldrafundur í heimastovuni hjá 3.flokki. 

Skrá: 

1: Stutt frágreiðing um lærugreinar
2: Trivnaðurin í flokkinum 

Við á fundinum vera Súsanna, Elin og Jonleyg 

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Skúlaborðtennis saman við Borðtennissambandi Føroya.   Ónsdagin 5 septembur

Borðtennissamband Føroya bjóðar seg nú fram at koma á skúlavitjan við tí sera vældámdu og stuttligu ítróttargreinini borðtennis. Hetta er partur av menningarætlan, har Borðtennissambandið hevur sum mál at breiða ítróttin kring landið og at veita skúlabørnum frálæru við stuttleika og spæli.

Kanningar hava staðfest, at borðtennis er sera gott fyri børn. Borðtennis stimbrar eitt nú motorikk, konsentratión og umhugsnið hjá børnum; samstundis sum tey stuttleika sær. Vit eru tilreiðar at koma á gátt at skipa fyri einum lívligum og stuttligum ítróttartíma saman við næmingum og lærarum.

Tveir undirvísarar eru við á vitjanini. Teir eru tann svenski venjarin, Jan Berner, sum er útbúgvin instruktørur og hevur drúgvar royndir innan ungdómsborðtennis og skúlavitjanir, og Pætur Albinus, sum er føroyskur ungdómslandsliðsvenjari og eisini hevur drúgvar royndir í at venja børn og ung.

Málbólkur okkara er 1. til 5. flokkur, og vit eru tøk at vitja tykkum: mikudagin 5. septembur 2018. Hetta er ein av døgunum, har Jan Berner er í Føroyum einans við skúlavitjanum fyri eyga. Vit hava batt, bóltar og alla neyðuga útgerð við. Tey, ið eiga batt, kunnu hava tað við.

1a (21næm) & 2a (15 næm)

CP – SF – An

2b (17 næm) & 3a (22 næm)

CP – EJ – OL

4a (16 næm) & 5a (26 næm)

AJ – PO – JL ( 10.45 – 11.45)

EJ – MD – HF

1t. og 2t.

08.15 skifta

08.30 – 09.15 venja í ítróttarhøllini



09.15 skifta – 09.45

Matarstøðgur og fríkorter

09.15 skifta – 09.45

Matarstøðgur og fríkorter




3t. og 4 t.

09.45 skifta í heimastovuni ?

10.00 – 10.45 venja í ítróttarhøllini





4t. + ( etitíð og fríkorter - verður vant)

10.45 skifta

11.00 – 11.45 venja í ítróttarhøllini

5t. Eta og fríkorter + undirvísing

















Hava skiftiskógvar. Hinir tímarnir eru vanligir eftir tímatalvuni.




GG!! MP bussar fara í rutu kl. 07.10 at koyra næmingar til Trongisvágs.


Suður

PJP           tlf. 239550

Mp bussar tlf. 226566




Norður


Møta allar seinast 07.40 í skúlagarðinum

 1a.   21 næm. CP-HT

 2a.  17 næm. An-SM

 2b.  15 næm. AJ-SF

 3a.  22 næm. JL-EJ

 4a.  16 næm. PO

91 næm.

07.45 deildin í Trongisvági til Marghøllina)

19  pláss  PJP

30  pláss  PJP

34  pláss  MP

17  pláss   MP



 1a.   21 næm.

 2a.  17 næm.

 2b.  15 næm.

 3a.  22 næm.

 4a.  16 næm.

91 næm.

13.15  frá Marghøllin til Trongisvág.

80 pláss PJP + rest - lærarar koyra


Lítli bussur koyrir næmingar heim MP.

Møta í skúlanum kl. 08.00 til morgunsang


6a.  26 næm. MM-AE

10a.   7 næm. Dá

Serfl.5 næm. AR-JUst

33 næm.

08.20  Støðgistaðið við Ssl



35  pláss PJP + rest - lærarar koyra




6a.  26 næm.

10a.   7 næm.

33 næm.


13.15  frá Marghøllin til Tvøroyrar

34 pláss MP


Møta í skúlanum kl. 08.00 til morgunsang


8fl.   27 næm. Wi-JD

                       MD-MS

9 fl.  27 næm.  V-OL

7a fl.  14 næm. KM-HF

68 næm.


5a.   26 næm.  AT-WS

7b fl.  14 næm.KM-HF

40 næm.

08.45  Støðgistaðið við Ssl

(Marghøllina ella vestur á Eiðið)?

70  pláss PJP




41  pláss MP





8fl.   27 næm

5a.    26 næm.

53 næm.


7a fl  14 næm.

7b.    14 næm.

9 fl.  27 næm.

55 næm.


Millum 13. 15 - 14.15


50 pláss PJP + rest – lærarar koyra

MP koyrir næm. heim



14.15 frá Marghøllini til Tvøroyrar.

50 pláss PJP + rest – lærarar koyra

MP koyrir næm. heim




















































































 








































































Skúlagongdin mánadagin 18.12 og týsdagin 19.12

Mánadagin 18.12


Flokslæraradagur

·         Næmingarnir møta sum vanligt kl. 08.00.

·         Hugni í floksstovuni.

·