Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi


_______________________________

Tórsdagin 13. juni eri eg so heppin, at eg skal hava 5. flokk.

Møta í Tvøroyrar skúla sum vanligt kl 8.00

Uml kl. 9.00 fara vit ein túr í hagan.

Minnist til klæðir eftir veðrinum og matpakka.

Skúladagurin endar uml kl. 12.00 í Trongisvágs skúla.

Vh. Otto



Lagt út 4/6 

Fleiri mangla at lata mær pening, 100kr , tit mugu hava peningin við tórsdagin 6/6. 

Tit skulu ikki  hava skúlatasku við tórsdagin 6/6, men verið gonguklár (heit klæði og góðar gonguskógvar), havið ein regnjakka við, tað kann koma ein regndropi á okum. Eisini skulu tit hava ein stóran matpakka við, etið verður á hálvari leið, og tá komið verður til Fámjins.

Foreldur mugu sjálvi koyra soviposar, indirløg v.m til Fámjins tórsdagin, hetta skal bara gerast áðrenn songartíð kl. 21.30 :) . Tit kunnu samskipa koyringina, tosið saman.

Túrurin endar kl. 11.45 fríggjadagin, tá ið MP bussur kemur eftir okum. Børnini eru í Tvøroyrar skúla kl.12.30

(alt hetta verður bert um veðrið verður gott)  


11. mars

Svimjihylurin er klárur aftur, og í morgin 12. mars, skulu dreingirnir svimja.


Lagt úr 7/2-19

Góðu foreldur.

Sagt verður frá, at 5. flokkur beinanvegin flytir í stovu 10 í gamla skúla. Inniluftskanningar í vevstovuni, floksstovuni hjá 5. flokki, hava ikki verið nøktandi seinastu tíðina, og tí verður ein roynd gjørd at vita, um stova 10 hevur betri inniluft. 

Skjótt verður tól uppsett í stovu 10 , sum mátar inniluftina, og tá verður støða tikin til, um stova 10 framvegis verður floksstova hjá 5. flokki. 

vh

Thordar


Til foreldur: Viðv. fyrireiking til støddfrøðitímarnar - lagt út 07. jan. 2019


Eftir at vit gjørdu avtalu á foreldrafundinum í heyst, um at næmingarnir skuldu vera fyrireikaðir til hvønn støddfrøði tíma, var sera stóru munur á, hvussu væl tey vóru fyri og hvussu nógv kom burturúr tímunum.

Tað var eitt spæl fyri okkum øll, ikki minst fyri næmingarnar, tí tey dugdu skjótt og lætt at koma í gongd og sloppu tí undan langari bíðitíð eftir hjálp.

Eg vóni at tit halda fram við hesum sera góða og umráðandi fyrireikingararbeiðinum, so barn tykkara fær gjørt meginpartin av sínum arbeiðið í skúlanum.

Sum tit vita, eru vit enn í 4B bókini og ætlanin er at fáa enda á henni um ikki so longi, so vit ætla at fáa nógv frá hondini komandi vikurnar.

Vit hava í dag arbeitt við støddfr. uppgávum, har tey hava frískað upp "pluss, minus, falda og deila". Vit rættaðu í felag og tey fingu  roknisettið við heim í dag.

Vit byrja beinanvegin aftur við eMat uppgávum. Tær liggja longu nú til taks, og skulu vera lidnar í seinasta lagið 16. jan. Hvønn ónsdag (undantikið hesa vikuna) skulu eMat uppgávur vera lidnar, men tær kunnu gerast, tá tað passar tykkum best, tí tær liggja til taks í nærum eina viku.

Vinarliga Hildur





Lagt út 19/11-2018

Tímatalvan er broytt soleiðis, at 5. flokkur hevur enskt tann fyrsta tíman mánadag, triðja tíman ónsdag og triðja tíman fríggjadag. 

Vh Malla


Lagt út 12/11-2018

Mint verður á lektiuhjálp.

Týsdag: 14.55 - 15.40

Tórsdag: 14.10 - 15.40

Fríggjadag: 12.30 - 13.15 



Lagt út 6/11-2018

Foreldrafundur, viðtala, verður týsdagin 13/11

Hvør næmingur fær 30 min. 10 min hjá hvørjum lærara, tíðin má haldast. Næmingarnir kunnu við.

Týsdagin 13/11

Carl Johan  kl.15.00

Eli               kl.15.0

Erik             kl.15.00

Jósva          kl. 15.30

Julius          kl. 15.30

Kristian      kl.15.30

Markus       kl. 16.00

Róar           kl.16.00

Rólant       kl.16.00

Niels Juul  kl.16.30

Danjal       kl.16.30

Alex          kl.16.30

Um tað ikki passar hjá tykkum júst hesar ásettu tíðir, vinarliga gerið so avtalu við onkran av hinum um at býta um tíð. 

vh

​Hildur, Malla og Thordar






___________________________________________________________________________________________________

Lagt út 3/10-18

Týsdagin 6.november 2018 verður læraradagur í Norðurlandahúsinum í Havn, og í tí sambandi hava næmingarnir frí.

Viðv. støddfrøði framyvir. - lagt út 27. sep.

Sum vit tosaðu um á kunnandi foreldrafundinum í gjárkvøldið, so fara eg framyvir at skriva inn í vikuætlanina hvørji roknistykkir vit fara at gera í skúlanum tann dagin. Ætlanin er so, at tit foreldur saman við næminginum lesa stykkini ígjøgnum heima áðrenn og tosa saman um, hvussu stykkini kunnu loysast. Hetta ger, at næmingurin er væl fyrireikaður uppá, hvat hann skal í gongd við í skúlanum og hetta hevur eisini við sær, at alt fleiri næmingar skjótari sleppa í gongd í skúlanum, í staðin fyri at tey flestu bíða eftir hjálp at koma í gongd. Nógv halda at tað er trupult at fáa felags frágreiðing á talvuni og tí gongur rúm tíð, áðrenn eg nái út til tann einstaka.

Gott, um tit eisini leggja dent á, at stykkini verða skrivaði skilagott upp í rokniheftið.

Eg gleðist um, at tit foreldur tóku so væl undir við hesari ætlan. Hetta fer heilt víst at gera mun í skúlanum :) Takk fyri tað.

Vinarliga Hildur


Viðtalur 12/11-18 og 13/11-18 (tíðirnar koma seinni)


Vidv. Støddfrøði - Bræv vid heim í dag. 10.sep.2018

Allir næmingar (uttan ein, sum fær í morgin) hava í dag fingið eitt bræv og eina "persónliga rekordbók" vid heim.

Vinarliga lesið brævið saman við barni tykkara og roynið at koma inn á heimasíduna EMAT.DK

Gerið vinarliga í minsta lagi eitt roknistykki ádrenn tórsdagin, so eg síggja at loyniorðið er í lagi og at næmingurin dugir at koma inn og rokna.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at spyrja meg.

Góda eydnu vid emat. :)

Vh Hildur (222057)


Ítróttur

4. sep. Gentur svimja

11. sep. Dreingir svimja

18. sep. Gentur svimja

25. sep. Dreingir svimja

2. okt. Gentur svimja

9. okt. Øll í høllina (spæla sjórænara)

16. okt. Heystfrí

23. okt. Dreingir svimja

30. okt. Gentur svimja

6. nov. Dreingir svimja

13. nov. Gentur svimja

20. nov. Dreingir svimja

27. nov. Gentur svimja

4. des. Dreingir svimja

11. des. Gentur svimja

18. des. Øll í høllina (spæla sjórænara)


Lagt út 24/8-18

Hey góðu foreldur.

Tit hava fingið eitt brúkaranavn og eitt loyniorð gjøgnum FB. Hetta kunnu børnini brúka, tá ið tey arb./lesa heima í NEM til fjórða og í Søgu 5. Eisini hava tey fingið atgongd til allar krabbabøkur, ið eru komnar út, tær koma okur at brúka nógv viðv. heimalesing. (meira kunning um tað seinni) 

Heimasíðu adr. til allar hesar bøkur er:  http://ibok.nam.fo/reader/namibog/index.html#/login