Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi

G

7/12-2018:

Góðu foreldur! Frá í komandi viku verður vanliga tímatalvan sett til viks. Eg og Wivika vera saman við 6. flokki alla vikuna. Okur fara at brúka størsta partin av tíðini til sjónleikin. Tað er umráðandi, at tey blíva við at venja heima, og at tykur minna tey á at tosa hart og týðuligt. Tað er super, um tykur hjálpa teimum við at úttrykkja tað tey siga við kropsmáli eisini. Mánadag-tórsdag møta okur í skúlanum hvønn morgun kl. 8.00, og skúladagurin endar kl. 12.30. Mánadagin kl. uml. 9.30 fara okur yvir í SALT, og so aftur tórsdagin. Tórskvøldið hevur skúlin hugnakvøld fyri foreldrunum. Skráin fríggjadagin er eitt sindur øðrvísi, nærri kunning kemur seinni 🙂 Vinarliga, Mariann


21/11-2018:

Godu foreldur 🙂

Í morgin er ikki neyðugt við skúlatasku 🎒

Okur fara at brúka nógva tíð til sjónleikin, m.a. skulu genturnar øva ein dans, og øll ein sang. Um tíð loypir av, verða hugni og spøl eisini. Onkur segði seg ynskja at baka okkurt at hava við í morgin, tað eru tey sjálvandi vælkomin til, men tað er ikki eitt krav 🙂 

Vinarliga,

Mariann



7/11-2018:

Góðu foreldur 
Nú nærkast, til okur skulu til Havnar til Kveikingardagin hjá SSP. 11 næmingar meldaðu seg til at leggja fram, og okur hava havt lutakast um, hvørji fimm skulu leggja fram. Tey eru Reinar, Birna, Torkil, Ranja og Conni. Tey hava í bólkum skrivað niður, hvat tey halda skal við í framløguna  Framløgan liggur á facebook bólkinum hjá flokkinum. Eg havi nýtt nakrar myndir frá arbeiðinum í flokkinum, og eisini tikið okkurt úr nøkrum heftum. Vónandi er tað ok, tað verður ikki lisið upp, men bara fyri at vísa nøkulunda, hvussu okur hava gjørt. 
Eg verið í NLH til allar fyrilestrarnar. Wivika hevur lovað at koma við og fylgjast við teimum í Havn 

Skrá fyri dagin: 
6:45 møtast á farstøðini
7:00 norður við Smyrli (eg og Wivika fara norður við)
9:00 ganga niðan í Gundadal
9:30 svimja (kostar 15 kr fyri 1 tíma)
11:30 framløga í NLH
13:00 suður aftur (Wivika og møguliga eg fara suður við)

At hava við:
Ein góðan matpakka
Heit klæðir
Svimjiklæðir (valfrítt)
Hægst 100 kr (tað skal røkka til svimjingina eisini)

Vinarliga,
Mariann




 3/11-2018:

Góðu foreldur :)
Ætlandi skuldu foreldraviðtalurnar í 6. flokki verða í komandi viku. Okur í toyminum hava tó valt at útseta fundin til mánadagin 19/11.
Komandi vikuna verða okur fult upptikin við at fyrireika framløgu til kveikingardagin hjá SSP, og okur halda eisini fram við at venja sjónleikin. Eg havi býtt um tímar við Wiviku í komandi viku, so okur fáa arbeitt nógvar tímar við at fyrireika og gera framløguna klára til fríggjadagin.
Nærri kunning um túrin til Havnar 9/11 kemur seinni.

Foreldraviðtalan: Okur hava sett 10 min av til hvønn næming. Eg, Wivika og Martin sita øll í hvør sínari stovu. Møtið stundisliga, so okur klára at yvirhalda tíðirnar :) Næmingarnir eru vælkomnir við :) Í komandi viku fáa næmingarnir eitt skjal heim við at útfylla. Hetta skal latast inn aftur í seinasta lagi ónsdagin 14/11. Eg fari at hava næmingasamrøður áðrenn foreldrafundin.


  • 14:30 - Birna, Tummas Pauli, Torkil
  • 15:00 - Hjartan, Ludvík, Jónathan
  • 15:30 - Gunnleif, Conni, Reinar
  • 16:00 - Manja, Elisa, Maila
  • 16:30 - Rasmus, Sissal, Ranja
  • 17:00 - Rebekka, Bjørt, Olivur
  • 17:30 - Rókur, Sára, Búi
  • 18:00 - Rúni, Petra, Lea, Silja


Um tað ikki passar hjá tykkum júst hesar ásettu tíðir, vinarliga gerið so avtalu við okkurt av hinum foreldrunum at býta um tíð. 


Vinarliga,

Mariann



22/10-2018:

Góðu næmingar og foreldur :)

Okur hava meldað 6. flokk til skúlafótbólt í Marghøllini ónsdagin 24/10. Tey fara at kappast ímóti øðrum 6. flokkum í Føroyum. Tey hava sjálvi avgjørt at melda blandaði lið til, heldur enn gentu/dreingja lið :)

Okur hava meldað 3 lið til, og fáa møguliga hjálp frá onkrum næmingum úr 5. flokki fyri at fáa tað at ganga upp. Samanlagt eru 29 lið tilmeldaði, og tað eru samanlagt 265 næmingar úr nógvum ymsum skúlum.

Tá kappingin er liðug, verður møguleiki hjá luttakandi liðunum at svimja ókeypis í Páls Høll

Skráin:

10.00 Næmingarnir møta í Tvøroyrar skúla

10.30 Bussur koyrir næmingarnar suður

11.00 Kappingin byrjar

15.00 Páls høll letur upp

Uml. 16.00-16.30 kunnu tey fara heim aftur

Kann nakar av tykum avheinta í Vági? :)

At hava við:

  • Ítróttarklæðir
  • Fótbóltsskógvar
  • Skinnarar
  • Góðan matpakka og okkurt drekkandi
  • Svimjiklæðir

Tað stendur viðmerkt, at skinnarar eru eitt krav, men okur vita ikki, um fótbóltsskógvar eru eitt krav. Um fleiri mangla, so kann man kanska læna frá onkrum øðrum? Fleiri søgdu seg eiga eyka skinnarar. Tey, sum mangla, kunnu viðmerkja tað her, so royna okur at finna eina loysn :)


Liðini skulu helst hava somu troyggjur. Ber tað til at læna TB troyggjur til øll? Tey hava valt nøvn til liðini, og øll hava okkurt við TB at gera.

Meira kunning um kappingina er her:

http://skulafotboltur.fo/6-flokkar-kappast-onsdagin-24-okt/


Vinarliga,

Otto og Mariann 



10/10-2018:
Rennidagurin verður í morgin 🏃🏼‍♀️🏃🏼‍♂️ Skrá: 8.00 Morgunsangur, kunning, næm. skifta og fáa vestar 8.30 Upphiting 9.00 Renningin byrjar 12.00 Bussarnir koyra



7/10-2018:
Góðu foreldur 🙂 Nú má eg koma við einari umbering til tykum. Eg havi funnið styrkiheftini hjá næmingunum heima hjá mær, so tað er ikki løgið, at tykur ikki funnu tey heima hjá tykum herfyri 🙈 Eg helt, at eg gav teimum tey heim við áðrenn summarfrítíðina... my bad 🤭 Mínir tímar í komandi viku verða brúktir til at skifta pláss í flokkinum, at finna útav, hvørjir næmingar ynskja stórar, miðal ella lítlar leiklutir til sjónleikin, at finna útav, hvørji hava hug at halda fyrilesturin í Norðurlandahúsinum og annars at spæla ymisk roknispøl. Kanska okur rokna nøkur stykkir í bókini eisini, so tað er best, um tey hava bókina við í taskuni ella lata hana liggja í skúlanum. Um viðrar, so verður rennidagurin eisini í komandi viku 🏃🏼‍♀️🏃🏼‍♂️ Tykur fáa nærri kunning, tá tað er avgjørt. Vinarliga, Mariann



2/10-2018:
Týsdagin 6.november 2018 verður læraradagur í Norðurlandahúsinum í Havn, og í tí sambandi hava næmingarnir frí.


25/9-2018:
Góðu foreldur 🙂 Óli Rubeksen kemur at vitja flokkin í morgin í 5. og møguliga eisini 6. tíma. Okur fara at tosa um kveikingardagin hjá SSP, ið verður 9. novembur í NLH. Hann kemur at tosa um styrkir og positiva sálarfrøði. Um tykur hava møguleika at finna heftið um styrkir fram aftur, so kunnu tey taka tað við í morgin 🙂 Ætlanin verður sostatt broytt, men um okur lukkast, so rokna okur eitt sindur. Vinarliga, Mariann

8/9- 2018:

Leinkja til bøkur, ið verða nýttar í ár-

📓 Føroyskt:
Kom við - næmingabók -
https://books.google.dk/books?id=FSffETlVGZgC&lpg=PP1&dq=kom%20við&hl=da&pg=PT2#v=onepage&q=kom%20við&f=false

Støddfrøði:
Skygni 6 -
https://books.google.com/books?printsec=frontcover&id=owPUUhCe7kwC#v=onepage&q&f=false

♻️ Náttúra og tøkni:
Náttúra og tøkni 3 -
https://books.google.com/books?printsec=frontcover&id=Jk1geQF6F-MC#v=onepage&q&f=false

Ljóðbók-
http://snar.fo/folkaskuli/nattura-og-toekni/utgavuheimar/nattura-og-toekni-3/nattura-og-toekni-3-ljodbok/#c149297

✝️ Kristni:
Næmingabók - https://books.google.com/books/p/pub-2936051541188251?id=jpoV7qgkBv4C&lpg=PA2&dq=kristni%206&hl=da&pg=PA2#v=onepage&q=kristni%206&f=false

Arbeiðsbók - https://books.google.com/books/p/pub-2936051541188251?id=5s5Ov2zLtkYC&lpg=PP1&dq=kristni%206&hl=da&pg=PP1#v=onepage&q=kristni%206&f=false

Ljóðbók - http://snar.fo/kristni6/ljodbok/

📜 Søga, søga okkara 2:
Næmingabók-
https://books.google.com/books?id=GJr5_dKCpwkC&printsec=frontcover#v=onepage&q&f=false

Arbeiðsbók-
https://books.google.com/books?id=4bAQVEeqaSsC&printsec=frontcover#v=onepage&q&f=false

Ljóðbók -
http://snar.fo/folkaskuli/soega-og-samtid/soega-okkara-2-ljodbok/


6/9-2018:

Góðu foreldur.
Takk fyri ein góðan foreldrafund í gjár. Eg skrivi líka nøkur av tingunum her, ið okur tosaðu um á fundinum. 
🔹▪️🔺▫️◼️
Viðvíkjandi støddfrøði, so skrivi eg eina viku í senn inn undir vikuætlanina, og næmingarnir skulu hyggja stykkini ígjøgnum heima. Pangea uppgávur verða brúktar fyri at venja næmingarnar at hugsa meira logiskt, tá tað kemur til støddfrøðina. Meiningin er ikki, at næmingarnir skulu noyðast til hetta, men at tey eisini vísa áhuga og forvitni til at loysa tað sjálvi. Sjálvandi hava foreldur og onnur loyvi til at hjálpa 🙂 Kanska okur taka eina pausu við teimum uppgávunum av og á, um eg merki, at tey eru troytt av teimum. Eg havi gjørt eyka uppgávur til øll evnini í roknibókini, so næmingarnir kunnu loysa tær, tá tey eru liðug við dagsins setning ella bíða eftir hjálp. Ymisk roknispøl og aðrar stuttligar uppgávur verða brúktar eisini. Eg ætli mær at taka rokniheftini hjá teimum til rættingar umleið aðru hvørja viku ✔️
◼️🔹▫️🔺▪️
Í ár skulu okur standa fyri jólasjónleikinum, og ætlanin er at hava ein sjónleik, ið eitur “Jól eru allastaðni”. 🎅🏻 Næmingarnir fáa møguleika at siga, um tey ynskja eina lítlan, miðal ella stóran leiklut. Nógvir føroyskt tímar eftir heystfrítíðina verða brúktir til hetta.
🔹▫️◼️🔺▪️
Í novembur skulu nakrir næmingar siga nøkur orð um positiva sálarfrøði og styrkir til árliga kveikingardagin hjá SSP í NLH. Ongir næmingar verða noyddir til tað, men fleiri hava víst tí áhuga. Hesum finna okur útav seinni 🙂 Áðrenn ætli eg at hava ein evnisdag, har okur taka aftur í arbeiðið við styrkjunum. 
🔺◼️▫️🔹▪️
Setursskúli verður í 8. flokki, men okur tosaðu um at kanna, hvussu nógvir pengar eru komnir inn, og umleið hvussu nógv verður samlað saman áðrenn ferðina. Í vár kunnu okur byrja at arbeiða við onkrum ferðamálum, so næmingarnir sleppa at hava ein aktivan leiklut í avgerðini av, hvar túrurin gongur. Jú fyrr avgerð verður tikin um ferðamál, tess meira kann man arbeiða við áhugaverdum støðum, valuta, søguligum tingum o.s.fr., ið hava samband við ferðamálið.
▫️🔺◼️🔹▪️
Viðvíkjandi plássunum í foreldrabólkinum vóru sera nógv um boðið, so okur avgjørdu, at øll fingu ein leiklut í foreldrabólkinum 😝 Tykur hava verið røsk at hjálpa, hvørja ferð okur hava skipað fyri onkrum, so tað er fantastiskt 🙂 Okur avgjørdu at hava eitt kvøld við næmingum/foreldrum, har øll hava onkran mat við í novembur, og so eina floksveitslu/hugnakvøld í vár. Her kunnu okur øll hjálpast til at skipa fyri 💪🏻
Takk fyri gott samstarv, tað er ein fragd at vera lærari hjá tykra fittu næmingum, og eg eri glað fyri stuðul og hjálp frá tykum øllum 🙂 
Vinarliga,
Mariann


Góðu børn og foreldur

Allir næm. í 6. fl. hava fingið eitt STROK-blað í taskuna. Uttan á blaðnum hongur ein haldaraseðil. Um tykur ynskja at gerast haldarar, vinarliga lesið seðilin ella lesið á hesu leinkju: https://www.strok.fo/

Vinarliga 

Turið

Góðu foreldur!
Í gjár gjøgnumgingu okur fyrstu Pangea-uppgávuna saman í skúlanum. Eg veit, at onkrar av uppgávunum vóru truplar, men eg gleðist um, at næmingarnir hava gjørt sítt besta fyri at loysa tær 💪🏻 Tey hava fingið eina nýggja uppgávu til næsta ónsdag. 
Viðvíkjandi roknibókini til 6. floksstig, so eru fleiri stykkir, ið skulu loysast við lummaroknara. Fyri best at læra næmingarnar at nýta lummaroknaran, viðmæli eg, at tey keypa sær ein skjótast gjørligt. Lummaroknarar, ið hava allar tær funktiónirnar, ið tørvur er á til fólkaskúlan, fáast til keyps á kontórinum í skúlanum. Teir kosta 100 kr. Eg veit, at fleiri hava onnur sløg, ið møguliga eisini kunnu brúkast. Tað er sjálvandi eisini ok, so leingi røttu funktiónirnar eru á 😁 Um tykur/tey ivast, so kunnu tey vísa mær lummaroknaran í skúlanum, so kanni eg tað 🧐☺️
Vinarliga,
Mariann



30/8-2018:

Góðu foreldur!

Í gjár gjøgnumgingu okur fyrstu Pangea-uppgávuna saman í skúlanum. Eg veit, at onkrar av uppgávunum vóru truplar, men eg gleðist um, at næmingarnir hava gjørt sítt besta fyri at loysa tær 💪🏻 Tey hava fingið eina nýggja uppgávu til næsta ónsdag. 

Viðvíkjandi roknibókini til 6. floksstig, so eru fleiri stykkir, ið skulu loysast við lummaroknara. Fyri best at læra næmingarnar at nýta lummaroknaran, viðmæli eg, at tey keypa sær ein skjótast gjørligt. Lummaroknarar, ið hava allar tær funktiónirnar, ið tørvur er á til fólkaskúlan, fáast til keyps á kontórinum í skúlanum. Teir kosta 100 kr. Eg veit, at fleiri hava onnur sløg, ið møguliga eisini kunnu brúkast. Tað er sjálvandi eisini ok, so leingi røttu funktiónirnar eru á 😁 Um tykur/tey ivast, so kunnu tey vísa mær lummaroknaran í skúlanum, so kanni eg tað 🧐☺️

Vinarliga,


Mariann

Ítróttur !


3. sep. Gentur svimja

10. sep. Dreingir svimja

17. sep. Gentur svimja

24. sep. Dreingir svimja

1. okt. Gentur svimja

8. okt. Øll í høllina (spæla sjórænara)

15. okt. Heystfrí

22. okt. Dreingir svimja

29. okt. Gentur svimja

5. nov. Dreingir svimja

12. nov. Gentur svimja

19. nov. Dreingir svimja

26. nov. Gentur svimja

3. des. Øll í høllina (spæla sjórænara)


22/8-2018:

Fríggjadagin 24.august 2018 verður skipað fyri tiltakinum “Betri heilsa” 2018.

Tað er Hvistan, ið skipar fyri.

Tiltakið verður í Vági, og allir næmingar í Suðuroynni eru bodnir við.

6. flokkur skal møta í Tvøroyrar skúla kl. 8.00. Eftir morgunsang fara vit oman til bussin - hann støðgar við SSL. 

Næmingarnir skulu møta í Vági kl.9.00, og kl. 9.30 verða næmingarnir bodnir vælkomnir og fáa kunning.

Kl.11.30 verður matarsteðgur til kl.12.00, og kl. 12.15 verður góður tónleikur og okkurt “surprise”.

Tiltakið endar kl.13.00. Bussurin koyrir 6. flokk heim aftur kl. 13.15. 

Næmingarnir fáa vatn og frukt, men neyðugt er at hava matpakka við og lata seg í klæði, ið hóska seg til rørslu.

Hvistan boðar frá, at endaliga skráin ikki er klár enn, men at nærri kunning um skránna kemur skjótt.

Tvøroyrar skúli kunnar um skránna og annað á heimasíðu skúlans, so skjótt vit vita meira.



20/8-2018:

Góðu foreldur. 
Okur halda fram við sama leisti í støddfrøði í ár 🙂 Gjøgnumganga stykkini heima, og síðani rokna tey í skúlanum. Hvønn ónsdag hava tey 4-5 pangea uppgávur at loysa heima. Hesar skulu gerast til næsta ónsdag, og verða so gjøgnumgingnar í skúlanum. Nakrar av teimum eru truplar, men tað sum er umráðandi er, at tey royna at loysa uppgávurnar alíkavæl, og ikki geva upp, hóast tað er trupult. Eg gjøgnumgangi tær so í skúlanum, og tey fáa eitt nýtt ark heim við. Sovorðnar logiskar uppgávur fella ikki øllum líka lætt, men hatta er umráðandi at hava við í skjáttuni, tá man roknar. Tað er ok at koma í skúlan uttan okkurt úrslit, so leingi man hevur gjørt sítt besta. Tímatalvan er dagførd, og tíðirnar til kunnandi foreldrafundin og viðtalurnar eru eisini á heimasíðuni. 
Tykur eru altíð vælkomin at spyrja, um tykur hava spurningar 🙂 
Vinarliga, Mariann