Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi



SSP dagur í Hvalba ónsdagin 10. apríl - (lagt út 5. apríl)



Næmingarnir møta vanliga tíð ónsmorgunin. Bussur koyrir okkum til og frá tiltakinum.

Ikki er neyðugt, at hava matpakka við.

Minnist til at hava tað góða lagið við :)

Hildur og Winnie verða saman við flokkinum henda dagin.


Vh Karin Maria og Hildur 



Skúlafótbóltur í Vági  27. mars - (lagt út 26. mars)


Teir, sum skulu til skúlafótbólt í Vági 27. mars. sleppa við MP bussum kl. 12.30 frá Tv. skúla (gamla garð). KM / HTF eru saman við teimum í Vági, meðan kappingin er. Vit vita ikki enn, hvussu longi kappingin verður, men vit fáa fart heimaftur við MP ella við privatbilum, tá liðugt er.

Øll hava annars vanliga skúlagongd í morgin. Hini, sum ikki skulu til Vágs, sleppa heim til vanliga tíð.

Góða eydnu til "Wonderboys hjá Karin Mariu" :)

Her síggja tit øll tilmeldaðu liðini:

http://skulafotboltur.fo/kappingar-urslit/7-flokkur/?fbclid=IwAR1jgNUQtP6oES0PhRgumLEUb33A4EYrvfecklRhSM7lny-K7vvbO8z-8sU


Vh Karin Maria og Hildur

 



Ivaveður í morgin fr. dagin 22. mars ? - (lagt út 21. mars)

Um vánaliga veðurforsøgnin ávirkar skúlagongdina í morgin, fríggjadagin 22.03.2019, verða boðini givin á heimasíðuni undir skundboð einaferð í kvøld.

Vh Leiðslan



Fundur 25. mars - um vallærugreinar og breytaval næsta skúlaár. (lagt út 19. mars)

Mánakvøldið 25.mars 2019 :

7. flokkarnir kl.18.30 í heimastovuni hjá 7. flokkinum.

Foreldur og næmingar eiga at møta.



Mánadagin 11. mars. fara vit til "Barnarættindadag" í Norðurlandahúsinum - 

Góðu foreldur.

Allir 7.fl. í landinum eru bodnir við til eitt tiltak um "Barnarættindi, ið verður hildið í Norðurlandahúsinum tann 11. ella 12. mars. Vit hava valt at fara mánadagin tann 11.mars.

Farið verður av Krambatanga kl 06 mánamorgunin og vit koma aftur kl. 18. Næmingarnir møta 15 min. áðrenn fráferð.

Skúlin rindar fyri ferðina.

At hava við: Ein góðan matpakka, okkurt drekkandi og verða ílatin eftir veðrinum.

Karin Maria og Anna eru við á ferðini.



Vh Karin Maria og Hildur





Ongin svimjing verður komandi (2) vikurnar, vegna umvæling í sv. høllini.

- lagt út 24. feb.


Vh Otto


Góðu foreldur  ( lagt út tann 24. febr)


Av tí, at Wivika T. Strøm fer í barnsburðarfarloyvi frá 27. febr. og frameftir, lesa Álvur Enni og Hanna Nolsøe tímarnir. Álvur undirvísir í enskum og Hanna í føroyskum og samfelagsfrøði.

Vh. Karin Maria og Hildur.




Áhugavert evnið viðgjørt í flokkinum í dag  - lagt út 05. feb.. 2019
http://tvoroyrarskuli.fo/savn/safer-internet-day

Hetta er eisini sera viðkomandi fyri tykkum foreldur.

Á leinkjuni her finna tit nógv gott tilfar (video og annað)

https://prezi.com/view/KRb2nes8HwT7odRjOUsM/?fbclid=IwAR1qGAqTyJcF7_dO9Io0rC26l-ri9PrWf6gMW4OtT_Y9iHg0brf4sfolzkc

Vh Hildur og Karin Maria


Áhugaverdur felags foreldrafundur 22. jan.  - lagt út 12. jan. 2019

Børn og ung á netinum:

http://tvoroyrarskuli.fo/savn/felags-foreldrafundur.




Skúlagongdin fram til jóla  - lagt út 06.des. 2018



So er jólafrí :)

Vinarliga Hildur og Karin Maria -




Foreldraviðtalur verða 7. og 8. nov. 2018  

- lagt út 28. okt. 2018


Næmingarnir eru vækominir við til viðtalurnar.
Um tað ikki passar hjá tykkum júst hesar ásettu tíðir, vinarliga gerið so avtalu við onkran av hinum  foreldrunum, um at býta um tíð. 

Vinarliga Hildur og Karin Maria



Lektiuhjálpin ER byrjað :) - verið vælkomin :) 

- lagt út 24. okt. 2018


Sagt verður frá, at lektiuhjálpin ER byrjað og næmingarnir eru vælkomnir at møta hesar dagar:

  • - Týsdag í 9. tíma  frá kl. 15.00 
  • - Tórsdag í 8. og 9. tíma frá kl. 14.10 
  • - Fríggjadag í 6. tíma, frá kl. 12.30 
  • - Allar dagar er lektiuhjálpin stødd í heimastovuni hjá "Teistanum- 7. fl"

GOTT at fáa skúlatingini gjørd, áðrenn tit fara heim :)

Tað ber eisini til hjá næminginum, sum IKKI hava meldað seg til, at møta til lektiuhjálp :)  

Hava tit brúk fyri lektiuhjálp, eru tit øll vælkomin at møta áðurnevndu dagar.


Vh Hildur og Karin Maria.





Viðv. árliga rennidegnum  - lagt út 08. okt. 2018

Árligi rennidagurin hjá Tvøroyrar skúla verður tórsdagin 11. okt. 2018.

Vinarliga Hildur og Karin Marin



Viðv. landafrøði - 4/10-18

https://www.seterra.com/

Hetta er eitt sera gott spæl fyri at læra seg londini í Evropa

vh

Karin Maria og Alexandra




Læraradagur er 6. nov. 2018  - Lagt út 02. okt. 2018

Týsdagin 6.november 2018 verður læraradagur í Norðurlandahúsinum í Havn, og í tí sambandi hava næmingarnir frí.

http://tvoroyrarskuli.fo/savn/lararadagur-061118


Vinarliga Hildur og Karin Maria




Túrurin til Vísindavøkuna fr.dagin er avlýstur. Lagt út 25. sep.



Ætlanin at fara til Vísindavøku í Havn við 7. fl. fríggjadagin tann 28. sep. er tíverri avlýst.

Hetta kemst av, at næmingar í 7. fl. hava ilt við at halda skúlans reglur.

Vinarliga Karin Maria og Hildur




Flokkurin hevði vitjan av SSP umboðnum hjá løgregluni 20. sep.

lagt út 22. sep.





Lítil broyting í tímatalvuni - lagt út 15. sep. 2018

Góðu foreldur.

Smáar broytingar eru í tímatalvuni framyvir. Føroyskt og enskt er býtt um tveir dagar.

vinaliga

Karin Maria og Hildur



Greinir og myndir frá væleydnaða heilsudagnum í Vági 24. aug. 2018

Sum myndirnar vísa, so høvdu vit ein framúr góðan og stuttligan dag. :)

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/myndir-sera-vaeleydnad-betri-heilsutiltak/

http://www.in.fo/news-detail/boernini-hugnadu-saer-allan-dagin/


Vinarliga Hildur og Karin Maria




Heftir og mappur, sum skulu brúkast í ymisku lærugreinunum.  

(møguliga kemur okkurt afturat seinni) - (lagt út 18. aug. 2018)


Næmingurin hevur hvønn dag brúk fyri einum vælútstýrdum pennahúsi við blýantum, nøkrum LITblýantum, góðari linjál, viskuleður, passara, vinkulmátara og roknimaskinu. Passari, vinkulmátari og roknimaskina verður ikki brúkt hvønn dag, men gott, um tað kann liggja klárt í kassanum í skúlanum. Vinarliga fáið hetta klárt, sum skjótast.

Eigur næmingurin ikki eina roknimaskinu, er møguligt at keypa frá skúlanum fyri 100,- kr.

Vinarliga

Hildur og Karin Maria




Viðv. foreldrafundum hjá 7. fl. í skúlaárinum 2018-2019 - (lagt út 18. aug. 2018)


Kunnandi foreldrafundur verður 17. sep. 2018, kl 18.00

Foreldrafundur, viðtala, verður 7. og 8. nov. 2018 (klokkutíð kemur seinni)

Tilboð um viðtalu, um foreldur ynskja tað: 7. feb. 2019

Vinarliga

Hildur og Karin Maria