Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi

24. nov.

 Soleiðis sær des mðr út 🎄🎄🎄

Soleiðis eru terminsroyndirnar skipaðar:



14. nov.

Góðu næmingar!

Tit skulu installera Office 365 á tykkara teldu. Hetta eru boð frá Páll. Um tit hava trupulleikar við hesum, sigið mær so frá hesum í góðari tíð. Hetta skal alt vera klárt áðrenn 4 des., tá ið terminsroyndirnar byrja.

-Winnie


14. nov.

Skráin í des:

4-7 des - jólaroyndir

10-14 des - evnisvika

17 des - hugni í flokkinum

18 des - greytadagur

19 des - í kirkju

20 des - jólahald í Salt um kvøldið og so jólaferia :)

Byrja aftur 7 januar kl. 08.00.

-Winnie


10. okt.

Góðu foreldur!

Niðanfyri er skráin til foreldraviðtalurnar 5 nov. Tit eru vælkomin at býta um innanhýsis.


08. okt.

Góðu næmingar!

Rennidagur verður eftir ætlan hósdagin 11/10. Verið ílatin til at renna og eftir veðrinum.

-Winnie


02. okt

Góðu foreldur og næmingar!

Týsdagin 06. nov er læraradagur í Tórshavn, sostatt hava næmingarnir frí.

-Winnie


26 sep.

Góðu foreldur!

Vit hava stemmað og avgjørt heldur at fara til sjónleik í Salt enn norðureftir til Vísindavøkuna. Sostatt er vanligur skúladagur í morgin til 12.30, tá ið farið verður yvir í Salt við bussi.

-Winnie


10. sep.

Góðu foreldur!

Eg skal hervið minna á, at kunnandi foreldrafundur verður í floksstovuni 17/9 kl. 19.00. Á skránni verða høvuðslærugreinarnar, tá tað er liðugt, verður kunning um námsferðina saman við B-flokkinum.

-Winnie


Ítróttur

Yvirlit av hvør, hvar og nær liggur undir lærugreinini Ítróttur.


22. aug.

Komandi fríggjadag 24/8 verður ein ítróttardagur í Vági, og vit eru boðin við, sostatt er ikki vanlig skúlagongd. Meira fæst at vita við at lesa á heimasíðu skúlans. Verið hóskandi ílatin.





21. aug.

Góðu foreldur og næmingar! 
Okur halda fram við sama leisti í støddfrøði í ár 🙂 Tey gjøgnumganga stykkini heima, og síðani verða tey roknaði í skúlanum. Til hvønn fríggjadag hava tey 4-5 pangea uppgávur at loysa heima. Hesar verða gjøgnumgingnar í skúlanum fríggjadagar. Nakrar av teimum eru truplar, men tað sum er umráðandi er, at tey royna at loysa uppgávurnar alíkavæl, og ikki geva upp, hóast tað er trupult. Sovorðnar logiskar uppgávur fella ikki øllum líka lætt, men hatta er umráðandi at hava við í skjáttuni, tá man roknar. Tað er ok at koma í skúlan uttan okkurt úrslit, so leingi man hevur gjørt sítt besta. Umráðandi er, at næmingarnir hava røttu útgerðina til støddfrøði við hvønn tíma - linjál, passara, vinkulmátara og lummaroknara. Sum nakað nýtt í ár fari eg at biðja tey um at keypa/læna sær eina støddfrøði handbók. Man fær hana til keyps í Tangabúðini. Hana fara okur at brúka nógv, og hon er sera hent at eiga og at duga at brúka. 

Vinarliga,

Mariann 



19. aug.


Góðu foreldur og næmingar!


So eru vit byrjaði upp á eitt nýtt spennandi skúlaár, her fer at henda nógv í 8. flokki, og tað gleða vit okkum til.

Foreldrafundirnir verða hesi dato:

Kunnandi foreldrafundur: Mánakvøldið 17 september kl. 19.00 - skúlaárið  18/19 og námsferðin 

Viðtalur (skrá kemur seinni): Mánadagin 5 november 

2. viðtala: Í februar - tit avgera sjálvi, um tit og tykkara barn hevur tørv á hesi viðtalu.