Innrita

Boð og tíðindi

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Boð og tíðindi

Skrá fyri viku 26

24. juni : Frí

25. juni : Rudding 8.00-12.30. Latið inn allar bøkur skúlans. 

26. juni : 9. og 10. flokkur prógvhandan kl. 18.00.

27. juni : Summarfrí




Próvtøka í Søgu - 14. juni 2019 

Møtitíðir til fyrireiking - Møtið í heimastovuni

Møtið í góðari tíð, t.v.s. 15 min áðrenn tykkara almennu møtitíð.

Vanlig fyrireikingartíð til kent tilfar (sum í søgu) er 20 min. - Havið egið tilfar við til fyrireiking.

Eg gleði meg til í morgin. - Allar bestu eydnu.

Vinarliga Hildur







Eykatími í søgu verður mánadagin 03. juni kl. 12.30-13.15 í floksstovuni. Vit síggjast.

Vh Hildur




Skrivlig próvtøka 2019


Mánad. 27. mai - Føroyskt        08.15 - 09.45  Máluppgáva

                                              09.45 - 10.15  Støðgur

                                              10.15 - 13.45  Stílur


Týsd. 28. mai - Danskt             08.15 - 09.45  Máluppgáva

                                              09.45 - 10.15  Støðgur

                                              10.15 - 13.45  Stílur


Ónsd. 29. mai - Enskt               08.15 - 09.45  Máluppgáva

                                              09.45 - 10.15  Støðgur

                                              10.15 - 13.15  Stílur


Fríggjad. 31. mai - Støddf.        08.15 - 09.15  Fimisrokning

                                              09.15 - 09.45  Støðgur

                                              09.45 - 13.45  Greiðslurokning





Munnlig próvtøka 2019 Til munnligu próvtøkuna í fólkaskúlanum í 2019 fara 9.  flokkarnir til próvtøku í hesum

lærugreinum:9. flokkur

  • Føroyskt
  • Søga
  • Danskt
  • Lívfrøði








Hey tykur
Í samband viđ síđsta skúladag hjá 10. flokki, ætla tey at skipa fyri stórum vatnkríggi í skúlagarđinum. Tí ætla tey, at næmingarnir skulu hava skiftiklæđir viđ fríggjadagin. Tey kunnu eisini taka vatnballónir, vatnpistólar o.a. viđ, sum hóskar til vatnkríggj. 
Tey í 10. ætla sjálvandi fríggjamorgunin at minna næmingarnar á góđan siđ í samband viđ vatnkríggj. M.a. at tú ikki blakar nakađ í andlitiđ á fólki, og at tađ er bannađ at spæla vatnkríggj inni.

Heilsan Alexandra




Góðu tit.

Tórsdagin 16.mai 2019 kl. 10.30 kemur Dania Toftheyggj í skúlan at halda fyrilestur fyri 9. og 10. flokkunum um próvtøkuótta.

Fyrilesturin varir umleið 2 klokkutímar, tos og smáar uppgávur, og skulu næmingarnir hava við sær pappír og blýant.

Vit royna at skipa soleiðis fyri, at fyrilesturin verður í dupultstovuni.

vh. leiðslan


Kæru næmingar og foreldur!

Tórsdagin 16. mai endar skúladagurin kl. 12.20 vegna jarðarferð

vh. Turið




Góðu næmingar og foreldur.

Nú 9. skúlaárið gongur móti endanum, hevur kassameistarin gjørt av at flokskontan verður gjørd upp og stongd. Hetta merkir, at ónsdagin 24. apríl, fær hvør næmingur sínar uppspardu pengar útgoldnar.

Vh. Otto



Halló!

Mánakvøldið 18. mars kl. 19.00 eru foreldur vælkomin til framløgur av verkætlanum, sum hesaferð er íverksetan.

vh

Turið





Góðu foreldur og næmingar.

Skúlin skal brúka p-tølini hjá næmingunum í 8., 9. og 10.flokki í samband við skráseting í fsg-skipanini.

Fsg-skipanin er tann skipanin, sum avgreiðir próvtøkur o.a.


Tit verða biðin um at geva skrivara skúlans p-talið í seinasta lagi mánadagin. Hetta kann gerast við at næmingurin sjálvur letur skrivaranum p-talið mánadagin, ella at tit senda ein teldupost til runa.hovgaard@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin.


Vh

Finn Thomsen, skúlastjóri




Halló!

Leikur verður ónsdagin 6/3 í ítróttarhøllini kl. 8.15. Hetta vit siga, at næmingarnir skulu møta í skúla í Trongisvági kl. 8.00, syngja morgunsang saman við teimum smáu, og so er tíð til sjónleik. 

Aftaná leikin fara 9. flokkarnir suður til Hovs við bussinum 9.30 úr høllini.

vh. Turið og Annika



Halló!

Í morgin 28. februar kemur Erika Hayfield t gera bólkasamrøður við næmingar í 9. flokki. Hon kemur uml. kl. 10.30.

vh. Turið



6. mars verður vitjað á Miðnámsskúlanum. Nærri kunning kemur seinni. Vh Annika


24. feb.

Vegna umvælingar í svimjihøllini, verður ongin svimjing komandi vikurnar.

Vh. Otto




16 jan

Góðu foreldur,

Næmingarnir hava fingið eina skaldsøgu í donskum at lesa. Hetta er ein skaldsøga, sum er danskt upprunaverk og um 220 s. Hon er viðmæld 9 flokki at lesa.

Vit lesa ein part í skúlanum týsdagar, og síðani skulu næmingarnir lesa heima eisini. Bókin er lánt úr Nám og skal latast inn aftur til teirra hálvan feb., tískil verður fittligt hjá teimum at lesa komandi mðr.

Eg havi lagt bøkur til næmingarnir, sum ikki hava fingið eina bók, í kassan hjá teimum. Vit greina bókina, meðan vit lesa. Tær uppgávurnar liggja inni á FB hjá 9A, so kunnu næmingarnir hyggja inn á har, hvat tey skulu arbeiða við.


- Winnie


Góði næmingur!

Nú royndirnar eru á skránni, er tað sera umráðandi, at tú ert væl fyri, fer í song hóskiligt tíðspunkt og hevur etið góðan morgunmat, áðrenn leiðin gongur í skúlan. Hav gjarna okkurt við, t.d. matpakka og vatn/saft ella kanska sodavatn. Viðv. mállærugreinunum: Arbeið við hóskiligari ferð við máluppgávunum, tí nógv er at loysa!  Goym tað, tú ikki dugir til seinast, so tíðin ikki fer við at hugsa seg um ov leingi. Brúka tíðina fult út til framsetingina (stílin), les umaftur, set tekn og reglubrot. 

Góða eydnu komandi dagar. Brúka títt góða vit og skil, so gongur tað nokk.

Vinarlig heilsan

Turið



At hava við mánadagin 03. des. 2018

Takið øll uppgávuheftini (7 ella 8 stk.) við í skúla í dag, sum tit hava fingið frá mær fyri eini tíð síðan. Upplagt til venjing til royndina komandi fr.dag.

Vit taka samanum mánadagin.



Vh Hildur



26. Nov

Skúlin vil bert siga frá, at skúlin ikki hevur givið næmingunum í 9. og 10. flokkunum frí at fara at avskipa hjá Varðanum Pelacic.
Varðin Pelagic setti seg í samband við skúlan týsdagin í farnu viku og bað um hjálp, og metti skúlin tá, at skúlin kundi ganga við til, at næmingarnir fóru at avskipa eftir kl. 13.00 ónsdag, tórsdag og fríggjadag.
Seinni hevur tað víst seg, at hesi boðini frá skúlanum ikki hava verið tikin til eftirtektar.
Skúlin hevur ikki givið næmingunum frí til avskiping hesa vikuna.
Tískil verða teir næmingar, sum ikki møta í skúlanum vegna arbeiði, skrásettir at vera burtur uttan loyvi.

- Leiðslan


Foreldraviðtala verður mánadagin 19. novembur

Kl. 17.00: Janus, Johanna, Eyðun, Anja og Gilli

Kl. 18.00: Ári, Adrian, Lilja og Petra

Kl. 18.30: Bára og Markus

Foreldur eru vælkomin at býta um tíð sínámillum.

vh. Jean, Hildur, Winnie og Turið



Raskir næmingar í starvsvenjing umborð á Smyrli- 06. nov.

Johanna, Lilja og Nancy fara at vaska allar bóltarnar á spæliplássinum umborð á Smyrli.





Rennidagur 

 Rennidagur verður tórsdagin 11.10.18


Kunning
Týsdagin 6. november 2018 verður læraradagur í Norðurlandahúsinum í Havn, og í tí sambandi hava næmingarnir frí.
vh. leiðslan



Starvsvenjingin flutt.


Starvsvenjingin hjá 9. flokkunum framskundað.

Í samband við starvsvenjingina hjá 9. flokkunum, hevur Tvøroyrar skúli saman við hinum báðum framhaldsskúlunum í Suðuroynni ein trupulleika, tí flestu næmingarnir velja starvsvenjingarpláss í oynni og ofta tey somu, og so er beinanvegin sera trupult at ganga næmingaynskjunum á møti.

Tí hevur Tvøroyrar skúli søkt MMR um loyvi at framskunda starvsvenjingina í 9. flokkunum til vikurnar 45 og 46 í staðin fyri vikurnar 47 og 48, og hevur MMR gingið umsóknini á møti.




Betri heilsa

Fríggjadagin 24. august 2018 verður skipað fyri tiltakinum “Betri heilsa” 2018.

Tað er Hvistan, ið skipar fyri.

Tiltakið verður í Vági, og allir næmingar í Suðuroynni eru bodnir við.

Næmingarnir skulu møta í Vági kl.9.00, og kl. 9.30 verða næmingarnir bodnir vælkomnir og fáa kunning.

Kl. 11.30 verður matarstøðgur til kl. 12.00, og kl. 12.15 verður góður tónleikur og okkurt “surprise”.

Tiltakið endar kl.13.00.

Næmingarnir fáa vatn og frukt, men neyðugt er at hava matpakka við og lata seg í klæði, ið hóska seg til rørslu.

Hvistan boðar frá, at endaliga skráin ikki er klár enn, men at nærri kunning um skránna kemur skjótt.

Tvøroyrar skúli kunnar um skránna og annað á heimasíðu skúlans, so skjótt vit vita meira.



Foreldrafundir:

Kunnandi foreldrafundur verður 24. sept. kl. 19 í floksins stovu.

Foreldrafundur eftir viðtalu verður 19. nov. kl. 17-19. Nærri boð koma seinni.

Er ynski um eyka fund/viðtalu, er høvi til tess í februar 2019. Ring ella skriva til Turið 281836.