Innrita

Søga

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Søga

Søga 20. nov. 2018

100 ár síðan Fyrri heimsbardagi brast á (1:3)

Arvurin og avleiðingarnar eftir fyrra heimsbardaga.

https://kvf.fo/netvarp/uv/2014/04/24/100-r-sani-fyrri-heimsbardagi-brast

Lurtið eftir hesari sendingini antin á telduni ella á tlf. við hoyratelefonum í skúlanum.

Tey, sum hava tlf. skriva svar inn á pappír og tey, sum hava teldu við, hava møguleika at velja at skriva beinleiðis inn á telduna og prenta út.

Til tey sum hava teldu: Loggið inn á "365", farið inn í "søgu" mappuna og upprættið eitt word skjal og navngevið hóskandi til uppgávuna.

Tit kunnu kopiera spurningarnar inn í tykkara nýggja skjal og skriva svar undir hvørjum spurningi sær.

1. Hvørji 4 keisaralond detta sundur og gerast til nýggj lond, sum ein avleiðing av Fyrra Heimsbardaga?   

2. Hvat hendir 11. Nov. 1918?  

3. Hvat hendir 26. Juni í 1919 og hvør var avleiðingin?   

4. Hvør skrivaði undir friðaravtaluna? 

5. Umleið hvussu nógv fólk doyði undir FH  

     6. Hvat halda nógvir søgufrøðingar um tíðina frá 1914 til 1945  

7. Hvat innibarDawes ætlanin” sum varð gjørd í 1924 

8. Í hvørjum landi situr Tito við valdi frá 1945 til hann doyr í 1980 

9. Nær verður ST sett á stovn og hvat stendur ST fyri?   

10. Hvørja avleiðing hevði tað, at londini undir seinni heimsbardaga høvduvaldsjavnvág 

11. Hvørja avleiðing hevði Kalda kríggi fyri Týskland 

12. Hvat segði heimsspekingurin Emanuel Kant um “Demokratisk lond  

13. Hvør var høvuðsmeginreglan, sum varð skrivað niður eftir seinni heimsbardaga?


100 ár síðan fyrri heimsbardagi brast á(2:3)

http://Hørjar broytingar hevur 1. Heimsbardagi fyri samfelagsstøðuni hjá kvinnunum? uml. 30 min

14. Hvørjar broytingar hevur 1. Heimsbardagi fyri samfelagsstøðuni hjá kvinnunum?

Vh Hildur




Søga 23. okt. 2018

Tit arbeiða í teldurúminum og arbeiða víðari við evnunum frá seinast. Nú skulu tit brúka tykkara svar til spurningar og gera eina Power Point framløgu, so klárt er at leggja fram næstu ferð.

Loggið inn á "365", farið inn í "søgu" mappuna og upprættið eitt Power Point skjal, sum tit NAVNGEVA OG DEILA við tykkara arbeiðsfelaga OG VIÐ MEG.

Gerið eina hóskandi forsíðu, har tykkara navn eisini stendur á.

Gerið síðan eina síðu til hvønn spurning, skrivið "lyklaorð" og leggið eina hóskandi mynd ella kort við. Tit skulu so út frá myndini og lyklaorðinum NÆSTU FERÐ, greiða frá og fortelja mest og best møguligt UTTAN at lesa upp úr tykkara arbeiðspappírum. Tit avtala í dag, hvør av tykkum, sigur frá um hvørja síðu og fyrireikið tykkum væl til næstu ferð.

Italia og Spania hava ikki so nógvar spurningar, men tit skulu kortini hava minst 9 síður (uttan forsíðuna) til hvørt landi, har tit koma við hóskandi tilfari um tykkara land, sí tilfar í bókini.

At enda skulu tit finna eitt hóskandi videobrot (max 4 min.) um tykkara land, søguligar persónar og viðkomandi tíðarskeið. Leggið leinkjuna á seinastu síðuna, so lætt er at finna hana aftur. 


Italia: Janus og Ári

Týskland: Petra, Markus og Anja

Russland: Johanna, Bára og Adrian

Spania: Lilja, Eyðun og Gilli


Eg gleði meg at síggja tykkara framløgur í næstu viku.

Um tit blíva liðug áðrenn tíð, skulu tit í hvør sínum bólki, gera ein "søguKahoot" við 10 ymiskum spurningum úr søgubókini frá s. 6-46.

Góðan arbeiðshug.

Vinarliga Hildur