Innrita

Ferðslupolitikkur skúlans

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Ferðslupolitikkur skúlans


​Leiðslan í Tvøroyrar skúla arbeiðir miðvíst fyri at betra um umstøðurnar, so næmingar, foreldur og lærarar, trygt kunnu ferðast til og frá skúlanum. 

Vit meta tað vera umráðandi og neyðugt, við breiðum samstarvi um trygdina hjá okkum øllum, sum hava okkara dagligu gongd við og í Tvøroyrar og Trongisvágs skúla.  

Eitt samstarv, har foreldur (skúlastýrið), politi og kommuna eru samstarvspartar, er tí ynskiligt/neyðugt. 

Vit mæla til, at virkisætlanin fyri ferðsluviðurskiftini hjá Tvøroyrar og Trongisvágs skúla verður endurskoðað 3. hvørt ár.   


Í Tvøroyrar skúla ganga í ár 148 næmingar í 5. -10. Fl.(skúlaárið 2017-18)



Í Trongisvágs skúla ganga 97 næmingar í 1.-4 fl. (skúlaárið 2017-18).  

Flestu næmingar búgva í Tvøroyrar kommunu, men vit hava eisini næmingar, sum búgva í Hvalba, Fámjin og í Hovi. 

Allir næmingar og lærarar, sum skipa fyri onkrum uttan fyri skúlans øki í arbeiðstíðini, skulu vera í vesti. 


Evni 

Hendingagongd 

Ábyrgd 

Eggja næmingum til at ganga 

ella súkkla í skúla 

Tað er hugburður skúlans, at tað er týdningarmikið 
fyri børnini, at tey læra at ferðast í ferðsluni saman
 við foreldrunum. Tað gevur nøkur betri ferðandi og 
minni ruðuleika og størri tryggleika fyri øll.  


Evnið verður sett á skránna fyri foreldrafundir í innskúlingini, har kunnað verður um, hvussu týdningarmikið er,
at børnini læra at ferðast einsamøll. 

Skúlaleiðslan og foreldur 

 

Flokslærarar 

Á súkklu í skúlaTvøroyrar skúli  fylgir tilmælunum frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, at børnini skulu hava vant vegin í skúla fleiri ferðir saman við 
foreldrunum, áðrenn tey fara sjálvi. 

Foreldrini 
SúkkluhjálmarOkkara politikkur er, at tey nýta súkkluhjálmarnar.  

Skúlaleiðslan og foreldrin
SúkkluparkeringSkúlin hevur økir í Trongisvági og á Tvøroyri har 
súkklurnar skulu standa í skúlatíðini. 

Foreldrini, næmingarnir 
og leiðslan 
Súkklutúr í skúlatíðini: 

Áðrenn túrurin byrjar, skulu næmingarnir kunnast 
um, hvussu súkklað verður, tá vit eru fleiri saman á ferð.
(tá vit eru í einum størri hópi) 

  • Súkklurnar skulu vera í góðum standi. Hetta er 
    ábyrgd hjá foreldrunum. 

  • Tá súkklað verður, skal altíð ein lærari skipa fyri. 

  • Súkklað verður í rekkju sambært avtalu. 

  • Haldið frástøðu, gevið týðulig tekin. Steðgið við vegamót.
    Tak ikki fyri givið, at tann, sum súkklar frammanfyri teg, 
    hevur sæð allar vandar. Hygg sjálvur. 

  • Øll skulu nýta súkkluhjálm. 

Foreldur 


Lærarar 

Á túri 

Flokkarnir verða annars kunnaðir um, at øll hava ábyrgd fyri sær sjálvum og hinum, tá ið teir eru á túri. 


Áðrenn farið verður, verða børnini kunnaði um møgulig serlig 
støð ella viðurskifti í ferðsluni, sum tey skulu vera varug við. 

Tá ið flokkarnir  eru úti í ferðsluni, verður kravt, at tey nýta vestarnar.  

Flokslærari og ábyrgdari 
av túrinum


Undirvísing 

Fyri at okkara næmingar skulu gerast tryggir og ábyrgdarfullir í ferðslunileggja vit okkum eftir, at teir fáa eina verkliga og ítøkiliga ferðslu undirvísing í skúlanum. 



Evni 

Hendingagongd 

Ábyrgd 

Ferðsluundirvísing í skúlanum. 

Skúlin fylgir Námsætlanini fyri "Ferðslulæru", sum er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. 

Fylgt verður ávegismálunum fyri 3., 6. og 9. fl. 

Eftir 3. fl. skal næmgurin m.a. duga at: 

  • at at vera ansin í ferðsluni, at nýta hjálm, tá ið
     hann súkklar ella rulluskoytar 

  • at nýta endurskin 

  • ferðsluljósini og at nýta gonguteigarnar 

  • at nýta bilbelti. 


Eftir 6. fl. skal næmingurin duga at: 

  • reglurnar og hugburð um at ferðast trygt á súkklu í samspælinum við onnur í ferðsluni 
    við at vera ansin 

  • reglur um víkiskyldur og ferðslumerkingar 

  • at geva týðilig tekn at steðga og snara 

  • at lýsa, hvussu óskynsamur atburður í ferðsluni 
    kann ávirka ferðslutrygdina 

  • kennir týdningin av at vera sjónlig/ur í ferðsluni. 


Eftir 9. fl. skal næmingurin duga at:  

  • at meta um váðar, sum ávirka ferðslutrygdina 

  • at meta um skynsaman, rættan og skeivan atburð 
    í ferðsluni 

  • at lýsa sína ábyrgd og skyldur fyri sær sjálvum og 
    øðrum fólkum í ferðsluni 

  • at meta um avleiðingarnar av óskynsomum atburði 
    í ferðsluni 

  • at lýsa, hvørja ávirkan rúsdrekka, gáloysni og ferð 
    kunnu hava á ferðslutrygdina. 


Skúlin 
Tilfar til ferðsluundirvísingina

Skúlin uppbyggir eitt savn við frálærutilfari. 

Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd http://rff.fo/ er undirvísingartilfar, 
ið er stílað til bæði foreldur og næmingar. 

Arbeiðsbólkar 
Gestir í undirvísingini 

Vit mæla til, at flokslærarin bjóðar gestum við í undirvísingina. 


Løgreglan er ein fastur samstarvsfelagi og verður boðin við so ofta sum til ber. 

Lærarar floksins gera 
avtalur við gestirnar