Innrita

Trivnaðarætlan

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Trivnaðarætlan



Vit vilja, at Tvøroyrar skúli skal vera:

- eitt gott stað at vera

- eitt stað, har ein lærir og mennist

- eitt stað, har miðað verður ímóti einari  0-hugsjón, tá talan er um happing


Vit vilja vera ein felagsskapur:

- har tann einstaki kennir seg væl;

- har tann einstaki kann vera tann, hann er

- har tann einstaki fær møguleika at royna seg sjálvan

- har tann einstaki mennist persónliga og fakliga.


Í Tvøroyrar skúla virða og góðtaka vit hvønn annan.


Vit royna í mestan mun at fáa eitt trygt og mennandi skúlaumhvørvi:

- har tann einstaki tekur atlit

- har tann einstaki ger sítt besta

-har tann einstaki er neyvur og stundisligur.


Vit ynskja eitt gott samskifti millum heim og skúla, merkt av sínámillum áliti.

Virðisgrundarlag okkara er:  Álit, ábyrgd, ágrýtni og ávirkan.


Trivnaðarætlanin fyri Tvøroyrar skúla skal verða ein leiðbeinandi arbeiðsætlan, ið altíð skal kunna tillagast. Høvuðsendamálið við trivnaðarætlanini er, at vit hava eina ætlan um, hvussu vit arbeiða við trivnaði, hvussu vit fyribyrgja happing og hvat møguliga kann gerast, tá happing fyrigongur. Vit vilja arbeiða fyri trivnanum hjá næmingunum og soleiðis eisini fyribyrgja og basa happing. Men hvat ér happing, og hvussu skal fyribrigdið happing skiljast? Í Tvøroyrar skúla taka vit støði í allýsingini hjá Helle Rabøl Hansen: Mobning er en gruppes forfølgelse eller udelukkelse af en enkelt person på et sted, hvor denne person er tvunget til at være (Hansen, Grundbog mod mobning, Gyldendal, 2005).    
 
Happing skal steðgast skjótast gjørligt. Tað er galdandi fyri alla happing, bæði ta beinleiðis persónligu happingina, áhaldandi útihýsan av ávísum persónum, bólkatrýsti, happing á miðlum og neiligum gerðum mótvegis øðrum. Arbeiðast skal ímóti bæði likamligari, sálarligari og sosialari happing. 



Fyri at nærkast omanfyrinevndu málum, hava vit hesa ætlan:


·        Vit seta okkum sum mál at gera trivnaðarkanningar, til tess a fáa betri innlit í, hvussu støðan er. Trivnaðarkanning skal gerast í øllum flokkum 2.hvørt ár.

·        Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild og hádeild, og bert umleið 3 lærarar er í hvørjum flokstoymi. Hetta er gjørt fyri at lærararnir og næmingarnir skulu kenna hvønn annan betur og vita, hvat rørir seg í bólkinum.

·        Næmingar verða tiknir við í reglugerðum fyri flokkin. Toymini gera eina toymisætlan fyri flokkin. Toymisætlanin skal latast leiðsluni í seinasta lagi í september hvørt ár.

·        Skúlin skipar fyri foreldrafundum, floksfundum, næmingasamrøðum, seturskúlum, at næmingaráðini eru virkin, evnisvikum og trivnaðarátøkum saman við næmingunum. Skipað verður fyri 3 foreldrafundum árliga – 1 felagsfundur og 2 viðtalufundir – har foreldraumboð verða vald.

·        AKT – toymið, SSP lærari, heilsufrøðingur, skúlavegleiðari, serlærari og læraratoymið arbeiða fyri at allir næmingar trívast í skúlanum.

·        Skúlin hevur fastar mannagongdir á t.d.serøkinum, sum Førleikastovan umsitur, men miðað verður ímóti, at allar mannagongdir verða skrivaðar niður og gjørdar atkomuligar hjá viðkomandi pørtum.

·        Skúlin, saman við næmingunum, skipar fyri fleiri trivnaðarátøkum um árið. Endamálið er at menna og styrkja: Tolsemi, virðing, tryggleika, ágrýtni, álit, ábyrgd og ymiskleika.

·        Leiklutur næminganna er týdningarmikil, tí tað eru jú teir, ið vita, hvat rørist og vita um møguliga happing. Næmingar skulu tora at siga frá, tá teir halda, at onkur ikki hevur tað gott.

·        Vit vænta av foreldrunum, at tey í uppalingini læra barnið at tosa við virðing um onnur – og tora at siga frá á røttum staði, tá tey halda okkurt er galið. Foreldur eiga eisini í mestan mun stuðla uppundir skúlans arbeiði.


Felags átøk í skúlanum


·        Rennidagur

·        Ítróttardøgum – ein fyri hvørja deild.

·        Greytadagur. Undirhald og sangur, sum næmingarnir skipa fyri.

·        2 árligar evnisvikur, jól og summar, sum kunnu enda við felags tiltaki fyri næmingum, lærarum og foreldrum.

·        Flogbóltskapping fyri grunddeildini.

·        Spælilið – næmingar saman við lærara skipa fyri.

·        Flokkarnir skipa fyri øðrvísi skúladøgum s.s. slakt, útferðir og bakstur. Í einstøkum førum eru foreldrini ein partur av tiltøkunum.

·        Flokkarnir hvør sær skipa eisini fyri øðrum tiltøkum.



Hvat kunnu foreldur gera?

Góð ráð til øll foreldur.

-        Lurta eftir barninum.

-        Vís áhuga fyri sosiala partinum í flokkinum.

-        Tosa ikki ilt um barnsins floksfelagar ella foreldur teirra.

-        Um tú heldur, at barnið er koyrt fast, og hvørki veit út ella inn, set teg so í samband við flokslæraran. Og eydnast hetta ikki, set teg so í samband við skúlaleiðsluna.

     Skúlin skal altíð hava ein trivnaðarbólk. Trivnaðarbólkurin skal mannast soleiðis : Skúlastjórin, varaskúlastjórin, deildarleiðarin og tvey umboð fyri lærararnar, sum leiðslan útnevnir. Skúlaárið 2017/2018 hevur leiðslan útnevnt Karin Mariu Thorsteinsson, AKT lærara og Mariann Mikkjalsdóttir, SSP umboð, sum umboð læraranna í Trivnaðarbólkinum.



Vit vilja

vit kunnu

vit gera