Innrita

Sorg

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Sorg

​​ 

Almenna regla skúlans í samband við sorg.


Skúlin skal altíð hava ein sorgarbólk. Sorgarbólkurin skal mannast soleiðis : Skúlastjórin, varaskúlastjórin, deildarleiðarin og eitt umboð fyri lærararnar, sum leiðslan útnevnir. Skúlaárið 2017 / 2018 hevur leiðslan útnevnt Otto Gram sum umboð læraranna i sorgarbólkinum.



Skúlin skal vísa samkenslu og virðing við at:

·         Vinda merkið á stong

·         Møguliga steðga skúlagongd

·         Skipa fyri minningarløtu



Deyðsboð:

·         Við deyðsfráboðan verður staðiliga mælt til, at tey avvarðandi geva boðini

·         Skal skúlin geva deyðsboðini, er av størsta týdningi, at fl. lær. (góður starvsfel.) er til staðar

Áðrenn deyðsboð verða givin næmingum, má skúlin / flokslærarin

·         Finna eitt friðarligt stað

·         Fáa barnið at sita niðri

·         Spakuliga fyrireika barnið til tey tungu boðini

·         Greitt siga barninum, hvønn tað snýr seg um

·         Fylgja barninum heim.

Hjálp til barnið:

·         Skúlin hevur ábyrgd av, at tiltøk verða sett í verk fyri at hjálpa barninum.

·         Er neyðugt, at toymið er um flokkin, og tískil broyting í tímatalvuni krevst, eigur hetta at lata seg gera.

·         Skúlin/ fl. lær skal útvega tilboð um sálarfrøðisliga hjálp til næm.

·         Skúlin eigur at gera toymið vart við møgulig versnandi bindindi hjá næm.

·         Um høvi býðst, skal fl. lær. geva næm. møguleika at koma í sjálvhjálparbólk.


Barn missir foreldur/systkin/vin


Fyrsta tiltak (1. – 5 dagin )


·         Flokslær.  ( og onkur annar ) vitjar heimið og kunnar seg um tilburðin .                                   

·         Flokslærarin kunnar starvsfelagar .                                                                                                   

·         Flokslær. mælir floksfeløgum til at spæla sum vanligt við barnið, eisini nú.

·         Flokslærari ( og helst floksfel. ) er / eru við til jarðarferðina og ervið.                                       

                                                                                                                                                               

Tiltøk í skúlastovununi :


·         Lesa  onkra bók saman í flokkinum, ið veðger evnið “ deyðan “  .                                                                 

·         Tekna myndir,  har deyðin / sorg er evnið   .                                                                                   

·         Finna tónleik, ið lýsir ymiskar kenslur   .                                                                                           

·         DVD frá Krabbameinsf.

·         Allur flokkurin vitjar kirkjugarðin – hvør vitjar síni leiði

·         Prestur vitjar – flokkurin fyrireikar spurn. til prest.

·         Fl. hevur eina minnisstund um tann deyða – myndir, yndistónleik, lut, ið fortelur um tann deyða.



Sorgarbeiði frameftir:


·         Vitja kirkjugarðin á føðingar – ella deyðsdegi ( møg.  hava blómur við ).

·         Til ber annars at fara til minningarhaldið 1. nov.

·         Flokslær. ella onnur hava samrøður við næm. eftir tørvi.

·         Seinni í skúlatíðini ( um tørvur er ) ber væl til at taka evnið “ sorg “uppaftur í flokkinum.




Starvsfelagi doyr


Fyrsta tiltak:

·         Merkið vundið á hálva stong .

·         Leiðslan kunnar seg um tilburin og ber starvsfeløgunum tíðindi.

·         Flokstoymið, saman við leiðsluni, kunnar fl. – møg.eina prátiløtu saman.

·         Skúlagongdin steðgar. Áðrenn næm. verða sendir heim, tryggjar fl. lær. sær, at vitjað verður í heiminum, starvsfelagar bjóða fram sín  stuðul.

·         Dagin eftir skipar skúlin fyri minningarhaldi, har prestur luttekur.

·         Eftir minningarhaldið fara næm. í fl. hølini við fl. lær. til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.

·         Næm. hava møguleika at fylgja og leggja blómur á.

Tiltøk í skúlastovuni:

·         Toymið skipar fyri práti – og minnisløtu í skúlastovuni.

·         Flokkurin kann skriva minningarorð um tann deyða. Hesi kunnu verða kunngjørd.

·         Evnisarbeiði um sorg.

·         Seinni kann flokkurin vitja á grøvini.

Tiltøk á lærarastovuni:

·         Skipað verður fyri minniskvøldi, har møguleiki verður at hugleiða um tann deyða við eitt nú myndum.  Hjúnarfelagin hjá tí farna kann luttaka, um orka er til tess.

·         Vitjað verður av og á heima hjá tí eftirsitandi.

·         Skúlin skipar fyri, at minningarorð verða skrivað.




Starvsfelagi missir


Bólkurin mælir leiðsluni til:

·         At leiðslan setir seg inn í støðuna hjá starvs felaganum og syrgir fyri, at hann verður sjúkrameldaður, um starvsfelagin hevur hetta fyri neyðini.

·         At starvsfelagin fær tilboð um sálarfrøðisliga hjálp.

·         At møguleiki er at fara heim teir dagar, tá tað gerst av trupult at undirvísa.

·         At leiðslan / toymið kunnar flokkin um støðuna.

Bólkurin mælir starvsfeløguunm til :

·         At vitja verður í heiminum hjá tí rakta – ikki bert ta fyrstu tíðina.

·         At geva eina hjálpandi hond, um hetta er neyðugt.

·         At starvsfelagar standa sum eitt “trygdarnet “ viðvíkjandi undirvísing.




Næmimgur doyr



Fyrsta tiltak:

·         Merkið vundið á hálva stong.

·         Flokslærarin kunnar seg um tilburðin.

Í samband við vanlukkur :

A (  Fl. . lærarin vitjar vanlukkustaðið

B ( Fl. lær. greiðir flokkinum frá hendingini, og skúlans leiðsla er eisini til staðar.

·         Tímatalvan verður broytt soleiðis, at fl. lær. / toymið kann vera um flokkin.

·         Flokslær. skipar fyri eini prátuløtu í flokkinum, har ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða.

·         Áðrenn næm. verða sendir heim, tryggjar fl. lær. sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti teimum.

·         Skrivliga verður boðað heiminum frá, nær minningarhaldið verður. Foreldur kunnu luttaka um tey hava hug.

·         Dagin eftir deyðsfallið er minningarhald í skúlanum,  leiðsla og prestur skipa fyri.

·         Eftir minningarhaldið fara næm. í fl. hølini við fl. lær. sínum til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.

·         Til minningarhaldið skulu floksfelagar hava møg. at syngja ein sang ella bera okkurt fram.

·         Flokkurin og flokslærarin / toymið er við til jarðarferðina og ervið.

Tiltøk í skúlastovuni:

·         Seta mynd av tí deyða á borðið har hann / hon sat .Myndin kann verða standandi á borðinum ella hongd á veggin skúlaárið út.

·         Ta fyrstu tíðina setir fl. lær. tíð av ( 15 min.) hvønn dag soleiðis, at floksfelagar kunnu bera fram minnir og hugleiðingar. Hetta kann gerast skrivliga og / ella munnliga.

·         Skriva brøv ella tekna myndir at senda heim til foreldrini ( um foreldrini ynskja hetta ).

·         Skriva samkenslubrøv / bók.

·         Skriva minningarorð, ið møguliga verða sett í bløðini.

Sorgarbeiðið frameftir:

·         Ljós verður tendrað  á føðingardegnum hjá tí deyða.

·         Flokkurin, saman við flokslærara, vitjar á føðingar – ella deyðsdegi hjá tí deyða. Hetta kann eisini gerast onkran góðveðursdag.

·         Prestur vitjar í flokkinum í samband við evnisdag / viku.

·         Teir lærarar, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni.