30.okt 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Mánadagin 5.november fara næmingarnir í 9.flokki í Tvøroyrar skúla í starvsvenjing.
Næmingarnir eru í starvsvenjing í 14 dagar, tvs., at teir eru lidnir við starvsvenjingina fríggjadagin 16.november.
Í samráð við næmingarnar finnur skúlavegleiðarin hóskandi starvspláss og syrgir fyri at fáa avtalur í lag millum starvspláss, skúla og næming.
Tvøroyrar skúli hevur skúlavegleiðing, ið hevur til endamáls at stuðla og vegleiða næmingum í vali av lærugreinum í framhaldsdeildini, starvsvenjing í 9. og 10. flokki og ymiskum møguleikum, ið næmingarnir hava, tá fólkaskúlin er liðugur eftir 9. ella 10. flokk.
Tað er ymiskt, hvar næmingar velja at fara í starvsvenjing.
Í ár hava teir 27 næmingarnir í 9.flokki valt soleiðis :
Betri Banki og- trygging
Smyril
Bærendsen Teknik
Varðin – skipini
Útibarnagarðurin Tvøroyri
Býlingshúsið undir Fjalli
Áarstova
Boðanesheimið
Kim Roest
Steinprent
Suðuroyar sjúkrahús
RB Thomsen
Dimmalætting
Føroya Tele
Trongisvágs skúli
Formula
mar. 2024