07.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Skúlastýrisval verður í morgin 8.novembur.
Leiðsla skúlans heitir á øll foreldur um at fara á val, og á tann hátt - saman við skúlans leiðslu, lærarum, næmingum og øllum teimum, sum hava við skúlan at gera - at verða við til at virka fyri einum góðum skúla.
Skúlans leiðsla ynskir gott samstarv við eitt komandi skúlastýri, og tí koma vit við áheitanini á foreldur um at fara á skúlastýrisval.
Valhølið verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.
Valhølið verður opið frá kl. 10.00 – 20.00.
.
apr. 2024