04.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Skúlastjórin á Tvøroyri, Finn Thomsen, hevur sett Bjørg Hofgaard í starvið sum deildarleiðara í Tvøroyrar skúla.
Bjørg Hofgaard er 57 ára gomul.
Bjørg tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1984. Tvey tey fyrstu árini eftir lokna útbúgving arbeiddi hon sum lærari í Fuglafirði, men í 1986 fekk hon starv í Tvøroyrar skúla, og har hevur hon so starvast til dagin í dag.
Bjørg Hofgaard tekur við deildarleiðarastarvinum 1.januar 2017.
apr. 2024