13.aug 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Børn og ferðsla er ein samanseting, sum kann elva til mikið høvuðbrýggj hjá foreldrum. Tað kann bæði vera, tá børnini eru
smá og hava hug at ganga sjálvi úti á vegnum og spæla, men eisini foreldur at tannáringum hava stundum svøvnleysar nætur
av ótta fyri vandunum í ferðsluni.
Foreldur kunnu vera við til at menna hugburðin hjá barninum um atburð í ferðsluni heilt frá tí at børnini eru heilt lítil, men eisini ítøkiligar venjingar við smáu børnunum eru umráðandi fyri, at børnini duga at bera seg rætt at. Umráðandi er eisini, at tú sum foreldur ert ein góð fyrimynd, og at tú veitst, hvussu barnið verður rætt íbundið, hvussu súkkluhjálmurin skal sita o.s.fr.
Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið verða koyrt í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat ið hóvar tykkum best, hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.
(Tekstur: Ráðið fyri Ferðslutrygd)
Meiri kunning um evnið fæst inni á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd
apr. 2024