30.jan 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í trygdarætlanini hjá Tvøroyrar skúla stendur at lesa:
Venjingar:
Í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla verður skipað fyri innanhýsis brandvenjingum um mánaðarskiftið august/september.
Í Tvøroyrar skúla verður í januar skipað fyri brandvenjing saman við sløkkiliðnum, meðan brandvenjingin í Trongisvágs skúla saman við sløkkiliðnum verður í november.
Stóra brandvenjingin varð fyriskipað mánadagin 29. januar kl.8.15, og var tað sløkkiliðið á Tvøroyri, sum fyriskipaði venjingina.
Eldur kyknaði í einari skúlastovu beint við køkin á lærarastovuni, og roykurin var so nógvur, at næmingar og lærari ikki ikki funnu veg út úr skúlastovuni og út í skúlagarðin.
Tað upptalt var úti í skúlagarðinum, fóru roykkavarar inn eftir teimum næmingunum og tí læraranum, sum vóru fangaði í roykinum inni í skúlastovuni, og eftir lítlari løtu vóru øll fingin út og kannaði av manningini í sjúkrabilinum.
Sum heild kann sigast, at venjingin eydnaðist væl.
Nakrar dagføringar í trygdarskipan skúlans máttu gerast beinanvegin, og á eftirmetingarfundi, sum verður seinni í vikuni, verður gjørt av, um annað viðvíkjandi brandtrygdini krevur ábøtur
Sí annars grein á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu um m.a infrareyða kammeraið, sum Varðin Pelagic lat Tvøroyrar Sløkkiliði í fjør, og sum varð roynt á fyrsta sinni í samband við brandvenjingina.
mar. 2024