18.nov 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Mánadagin 21.novembur skipar SSP-toymið fyri evnisdegi fyri øllum næmingum í 9.flokkunum í Suðuroy.
Skeiðið verður hildið frá kl. 9.00 til umleið kl. 13.30 í skúlanum í Hovi.
Skráin fyri evnisdagin :
Kl. 9.00: Morgunmatur
9.30: Samansjóðing
10.00: Ung og náttarlívið – Lars Müller, politistur
10.45: Workshop – tey ungu arbeiða við casum – Mariann Mikkjalsdóttir, Dagny Højgaard og Sølvi Andreassen, lærarar
11.15: Pausa
11.30: Taka saman um arbeiðið frá workshop – Carol Symphor, sálarfrøðingur
12.00: Eta matpakkar
12.30: Framløga – Katrin á Neystabø, forkvinna í Amnesty
13.30: Næmingarnir fáa frí
apr. 2024