04.apr 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
01. apríl vóru úrslitini frá Pangea støddfrøðikappingini almannakunngjørd á Facebook síðuni hjá Pangea Føroyar.
Stór varð gleðin í Tvøroyrar skúla, tá vit frættu, at 3 næmingar av teimum 8, sum komu í semifinaluna, vóru komin eitt stig longur og nú eru komin í finaluna.
Nógv verður gjørt burturúr finaluni, sum verður í Norðurlandahúsinum tann 28. apríl, har 5 tey bestu frá hvørjum árgangi í Føroyum fara at kappast. Har verður ein vinnari funnin fyri hvønn árgang.
Næmingarnir, sum komu víðari eru tveir úr 5. fl. (Sissal R. Nólsøe og Torkil Holm) og ein úr 8.a. fl. (Petra A. Nielsen).
Hinir næmingarnir í flokkinum eru sera erpnir av teimum og spenningurin er stórur til finaludagin.
Hetta er fysta árið, at allir flokkar (3.-9. fl.) í Tvøroyrar skúla luttaka í støddfrøðikappingini, og halda næmingarnir, at hetta hevur verið avbjóðandi, áhugavert og spennandi.
Nú úrslitini vóru so góð í ár, hava vit avgjørt hug at vera við aftur komandi ár.
Vit ynskja okkara 3 næmingum góða eydnu á finaludegnum 28. apríl 2018 og vilja samstundis takka tykkum øllum næmingum, sum hava verið við í ár.
Vit gleða okkum til komandi Pangea kapping.
mar. 2024