12.jun 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Við støði í ógvusliga eldinum í Varðanum Pelagic fríggjadagin hava Hanne Robenhagen, virkandi leiðari og Carol Symphor, sálarfrøðingur á Suðuroyar Barnaverndartænastu bjóðað seg fram til at hava fund við foreldur, sum hava børn í skúla, á dagstovni og í dagrøkt á Tvøroyri, at umrøða fyribyrging av sálarligum stoytum orsaka av ógvusligari hending.
Fundurin fyri foreldur í Tvøroyrar skúla verður týskvøldið kl.17.30, meðan fundurin fyri foreldrum í Trongisvágs skúla verður ónskvøldið kl.17.30.
Báðir fundirnir verða hildnir í skúlahøllini í Trongisvágs skúla.
Tíðindamyndina eigur Turið Vestergaard í Dali.
.
apr. 2024