04.mar 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Føstulávintsmánadagur hjá 5.-10. flokki
Ein væleydnaður føstulávintsmánadagur við tunnusláttri, grýlum og kappingum í Tvøroyrar skúla er farin í søgubókina.
Næmingaráðið, ið sum kunnugt hevur skipað fyri kappingum til dagin, hevur havt úr at gera nú í eina viku. Tey hava klipt, límað og klistrað, og í gjár, sunnudagin, vóru tey í skúlanum og pyntaðu við svørtum kettum, flogmúsum, eiturkoppanetum og øðrum føstulávintspynti, so tað var eitt sindur stuttligari hjá næmingum og lærarum at koma í skúla í morgun.
Dagurin í dag byrjaði eftir morgunsangin við floksløtu, har næmingarnir høvdu tíð at gera seg klárar til grýlukappingar og tunnusláttur. Myndir vórðu tiknar av øllum flokkunum, og stuttligt var at síggja, hvussu nógv nógvir næmingar (og summir lærarar) høvdu gjørt burturúr.
Tunnuslátturin gekk skjótt og væl. Hjá næmingunum úr 5.-7. flokkunum gjørdust Manja og Jónathan úr 6.a kattakongar, og hjá eldru næmingunum úr 8.-10. flokkunum vórðu kattakongarnir Rakul úr 9.b og Janus úr 9.a. Tey fingu sjálvandi eina kattakongakrúnu og heiðursbræv umframt okkurt gott í gávu frá skúlanum. Tíverri var Janus farin, tá myndin omanfyri varð tikin.
Tá tunnuslátturin var liðugur, fingu næmingarnir sunkist og føstuávintsbolla, og so var løtan komin, tá vinnararnir av kappingunum, ið næmingaráðið hevði skipað fyri, skuldu kunngerast.
Næmingaráðið hevði avgjørt, at ein loyniligur dómarabólkur, mannaður við lærarum, skuldi atkvøða um kreativasta flokk umframt óhugnaligastu, stuttligastu, kreativastu og vakrastu grýlurnar.
Úrslitið varð almannakunngjørt í felagsløtu, áðrenn skúladagurin endaði, og úrslitið varð, at kreativasti flokkurin gjørdist 9.b, ið vann ein flokstúr á pizzaria. Tey høvdu valt sær filmin Grease sum flokstema. Aðrir flokkar høvdu eisini gjørt nógv burturúr, men hóast nógvir flokkar vóru sera kreativir og gjøgnumførdir, streyk 9.b avstað við sigrinum.
Grýlurnar, ið vunnu, vóru:
Stuttligasta grýla: Olivur úr 6.a
Óhugnaligasta grýla: Regin
Vakrasta grýla: Niels Juul
Kreativasta grýla: Filip
Tey fingu øll ein vinning hvør, ið Føroya Bjór hevði latið.
Fleiri myndir frá degnum eru lagdar í myndasavnið, ið tykur finna her:
http://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=13355
Okur gleða okum longu til komandi ár ????
mar. 2024