20.feb 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Mánadagin 27.februar skipar næmingaráðið í Tvøroyrar skúla fyri tunnusláing.
Tað verður uttan iva ein spennandi dagur, tí aftur hesaferð skal finnast óhugnaligasta, mest kreativa og stuttligasta grýlan í 5.-7. flokki og 8.-10. flokki. Teir hepnu vinnararnir fáa sodavatn frá Føroya Bjór og gávukort til Pitsu frá Hotel Tvøroyri.
Men ikki nóg mikið við tí.......
Í ár verður eisini tann mest kreativi flokkurin funnin, og tað er ikki hissini gáva, ið verður latin vinnandi flokkinum. Vinnandi flokkurin fær eina ferð til Havnar at bowla og eta.
mar. 2024