01.mar 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Føstulávintshaldið hjá 5.-10. flokki mánadagin
Mánadagin 4. mars verður føstulávintshald í Trongisvágs- og Tvøroyrar skúla.
5., 6. og 7. flokkarnir sláa tunnu klokkan 10.00, og framhaldsdeildin slær klokkan 11.00.
Úti á Tvøroyri skipar næmingaráðið sum vant fyri kapping og øðrum í samband við tunnuslátturin.
Fýra grýlur (tann vakrasta, óhugnaligasta, kreativasta og stuttligasta) vinna hvør ein vinning, ið Føroyar Bjór letur.
Hvør flokkur er biðin um at velja eitt tema, og tann flokkurin, ið er mest gjøgnumførdur/kreativur, vinnur ein túr á pizzaria.
Næmingaráðið hevur eisini avgjørt, at okur biðja ein fotograf koma at skipa fyri eini myndaboks. Um næmingar hava hug at fáa eina stuttliga ella kanska løgna mynd tikna, kostar hetta 50 krónur fyri hvørja prentaða mynd (4 ymiskar myndir á arki).
Skúladagurin endar klokkan 12.30.
Vónandi síggja okur nógvar vakrar, óhugnaligar, kreativar og stuttligar grýlur mánadagin.
mar. 2024