15.mar 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Arbeitt hevur verið seinastu tíðina við at betra um breytatilboðini í hádeildini í Tvøroyrar skúla skúlaárið 2018/2019.
Nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at kunningarfundur verður fyri næmingum og foreldrum í 7., 8. og 9.flokki.
Fyrsti fundurin verður ónskvøldið 21.mars 2018 frá kl. 17.00-18.00 fyri foreldrum og næmingum í 9.flokki .
Tórskvøldið 22.mars 2018 frá kl.17.00-18.00 verður fundur fyri foreldrum og næmingum í 7. og 8.flokki.
Tað er sera umráðandi, at foreldur og næmingar møta, tí á fundinum fáa næmingar útflýggjaðan seðil til breytaval, sum skal latast inn aftur fyri páskir.
Fundirnir verða í dupultstovuni í Tvøroyrar skúla
apr. 2024