07.jan 2017
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Fríggjakvøldið 6.január skipaði Tvøroyrar skúli og Tvøroyrar Býráð fyri fráfaringarløtu fyri Hera Thorsteinsson, sum 31.desember fór frá við eftirløn.
Á fráfaringarløtuni var okkurt gott til góman at fáa, røður vóru hildnar, gávur og blómur givnar, og eisini var Tróndur Enni komin framvið at syngja nakrar sangir.
Heri Thorsteinsson tók læraraprógv í 1976, og hevur alt sítt læraralív starvast sum lærari – frá 2009 til 2012 sum fyribilssettur deildarleiðari og frá 2012 sum deildarleiðari í føstum starvi – í Tvøroyrar skúla.
Skúlin takkar Hera Thorsteinsson fyri trúgva tænastu.
mar. 2024