16.des 2018
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Hvørt ár um hetta mundið er evnisvika fyri næmingunum í 5.-10. flokki. Í ár var onki undantak, og í gjár var árliga jólaløtan, har Tvøroyrar skúli letur dyrnar upp fyri foreldrum, systkjum og øðrum, ið hava hug at vitja.
Evnið á ársins evnisviku var “Jól uttan oyðsl”, og næmingarnir hava arbeitt við tveimum høvuðsyvirskriftum: Endurnýtslu og jólunum fyrr og nú. Hvør dagur í evnisvikuni byrjaði við morgunløtu; flestu løtur við sangi og onkrum spæli ella søgu, ið ymiskir flokkar høvdu fyrireikað. Síðan var ein floksløta, har flokkarnir hugnaðu sær hvør sær eina løtu, áðrenn farið varð til verka í verkstøðum og -bólkum.
Í gjár vórðu so dyrnar latnar á víðan vegg, og foreldur, systkin og øll onnur áhugað vóru boðin á vitjan.
Fýra endurnýtsluverkstøð vóru, ið fólk kundu vitja. Í evning varð serligur dentur lagdur á papp, í smíð plastik, og í handarbeiðisstovuni varð ymiskt handaligt á skránni. Nógv ymiskt er tilevnað á verkstøðunum hesar dagarnar; og so nógv, sum møguligt, gjørt úr endurnýtslutilfari. Tey vitjandi, ið høvdu hug, sluppu eisini at royna seg. Tað sluppu tey eisini í teldustovuni, har til bar at tekna ymiskt jólaligt í eina krossskipan í telduforritinum Geogebra.
Tey vitjandi høvdu eisini onnur tilboð og møguleikar. Við inngongdina fingu gestirnir eitt blað, ið nakrir av næmingunum sjálvir hava skrivað, samlað tilfar til og sett upp. Biografur vísti tveir filmar, ið næmingar høvdu gjørt um jólini fyrr og nú. 6. flokkur, ið er sera upptikin at fyrireika ársins jólasjónleik, hevði eisini skipað fyri einari spurnakapping. Fleiri nýttu eisini høvið at lána sær eina ella fleiri bøkur heim við av bókasavninum.
Í fimleikahøllini var ein café, ið 10. flokkur skipaði fyri. Fleiri gestir høvdu tikið áheitanina til sín og høvdu egnan kopp við á caféina og fingu sostatt kaffi, te ella kakao fyri hálvan prís.
Okur eru sera glað fyri góðu uppmøtingina. Enn einaferð stóra takk fyri. Okur gleða okum longu til um eitt ár!
apr. 2024