07.jan 2017
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Tá næmingarnir í Tvøroyrar skúla komu í skúla aftur aftan á jólafrítíðina, høvdu teir fingið tvey høli, sum tey kunnu brúka til mangt og hvat.
Í gangunum við vestaru og uttaru inngongd í Nýggja skúla, vóru borð og stólar settir upp, har næmingarnir kunnu sita og eta, spæla spøl, arbeiða ella bara sita og tosa saman.
4 borð við 16 stólum eru í hvørjum rúmi.
Tað er ein trivnaðarbólkur, sum er mannaður við umboðum úr skúlastýrinum, umboði fyri næmingaráðið og umboði fyri lærararnar, sum hava staðið fyri hesum.
mar. 2024