04.apr 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin 7.apríl skipar 10.flokkur fyri ítróttardegi fyri miðdeildina, 5.-7.flokk.
Næmingarnir skulu møta kl.8.00 í Tvøroyrar skúla. Tey skulu hava innan- og uttanduraklæði við.
Tey, sum skulu svimja, skulu hava svimjiklæði við.
Næmingarnir skulu hava ein góðan matpakka og okkurt drekkandi við.
Ítróttardagurin byrjar í Tvøroyrar skúla, og kl.9.45 verður farið inn í Trongisvágs skúla, har ítróttardagurin heldur á.
Skúladagurin endar kl.12.20, tá bussarnir koyra næmingarnar heim
apr. 2024