06.nov 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Stóra jólahald skúlans verður í ár í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
Tvøroyrar skúli hevur tikið avgerð um, at jólahald skúlans í ár verður í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
Vanligt er, at fleiri hundrað fólk eru við til jólahaldið hjá Tvøroyrar skúla, sum seinastu nógvu árini hevur verið í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Umstøðurnar í Ítróttarhøllini í Trongisvági hava verið góðar, men nú mentanarhúsið, sum er sera vælegnað til sjónleik, tónleik o.a., stendur liðugt, so er avgerð tikin um at gera eina roynd at flyta jólahaldið. Hetta hevur so eisini tann fyrimun við sær, at tað ikki verður neyðugt at avlýsa ella útseta ítróttarvenjingar og dystir eina viku áðrenn jólahaldið.
mar. 2024