09.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Næmingarnir í framhaldsdeildini í Tvøroyrar skúla hava í samband við kommunuvalið havt evnisarbeiði. Næmingarnir hava hugagóðir verið í gongd við ymiskt í samband við valið. Okur byrjaðu dagin við, at kommunustjórin saman við skrivstovufólki úr býráðnum greiddu frá býráðsarbeiðinum og ymiskum í sambandi við kommunuval. Síðan blivu næmingarnir skipaðir í bólkar tvørflokkaligt, har teir skuldu arbeiða við ymiskum viðkomandi evnum. M.a. skuldu teir greiða frá, hvat eyðkennir eitt fólkaræði og hvørjir fyrimunir og vansar eru. Eisini skuldu teir greiða frá fyrimunum og vansum við okkara vælferðarsamfelag. Harumframt var ein uppgáva at seta seg inn í valskránna hjá teimum trimum listunum. Ein bólkur hevði uppgávuna at kunna seg um valstaðið á Tvøroyri, og hvussu farast skal fram, tá tú velur. Síðani skuldu teir skipa fyri valið, har næmingarnir í framhaldsdeildini skuldu velja millum teir tríggjar listarnir. Tríggir bólkar vóru og vitjaðu arbeiðpláss á Tvøroyri, har teir gjørdu veljarakanning.
Eisini fingu okur vitjan av trimum valevnum, sum umboðaðu hvør sín lista. Ein bólkur hevði fyrireikað spurningar til valevnini, og dugdu tey sera væl at seta viðkomandi og avbjóðandi spurningar til valevnini.
Tá næmingarnir høvdu valt, var spenningurin sera stórur um, hvør gjørdist vinnari av valinum, um næmingarnir í framhaldsdeildini høvdu atkvøðurætt. Úrslitið gjørdist hetta:
Listi C: 13 atkvøður
Listi G: 4 atkvøður
Listi K: 33 atkvøður
Úrslitið av veljarakanningini var ikki minni spennandi og eftirfarandi. Úrslitið gjørdist hetta:
Listi C: 42 %
Listi G: 16 %
Listi K: 42 %
Samanumtikið kann sigast, at dagurin var sera væleydnaður, har næmingarnir vóru fyrimyndarligir serliga hvat viðvíkur arbeiðssemi og ágrýtni.
Fleiri myndir síggjast her.
mar. 2024