14.may 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
4 føst lærarstørv, 3 tíðaravmarkaði størv og 1 tíðaravmarkað starv við 15 tímum í serflokki lýst leys til setan frá 1. august 2018 og umleið 0,5 tíðaravmarkað starv sum telduvørður til setan 1.september 2018 við Tvøroyrar skúla.
Tíðaravmarkaðu størvini verða lýst vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn 1. septembur 2018.
Søkt verður eftir lærarum, sum
– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
– duga at samstarva og eru fyrikomandi
– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum
Førleikakrøv: Læraraútbúgving. Umsøkjarar, sum hava royndir innan serundirvísingsøkið, kunna átaka sær leiðslu í førleikastovuni, hava flokslærararoyndir, hava linjulestur í støddfrøði, kunnu undirvísa í føroyskum, heimkunnleika og handverk&list hava fyrimun.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og framhaldsdeild í deildini í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Ynskir umsøkjari fleiri upplýsingar um størvini, kann viðkomandi seta seg í samband við skúlastjóran á tlf 371582 í skrivstovutíðini. (Sí heimasíðu skúlans)
Størvini verður lønt í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28.mai 2018 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til:
tvo@skulin.fo
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Finn Thomsen, skúlastjóra á tlf. 371582 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)
Størvini verða eisini lýst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
mar. 2024