27.mar 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tvøroyrar skúli og Vágs skúli samstarva um breytirnar í 10. flokki. Ein av hesum breytum er sjóvinnubreyt, har næmingar millum annað fáa kunnleika til trolarbeiði, fiskavirking, fiskihættir, fiskireiðskap v.m. Fleiri virkis/stónsvitjanir verða eisini gjørdar gjøgnum árið. Vitjað hevur verið m.a. á Vinnuháskúlanum, Havstovuni og ymiskum fiskavirkum. Fyri at fáa innlit í trolarbeiði, hevur samstarv verið ímillum fólkaskúlan og trolvirkið “Bergið” í Hvalba. Næmingarnir eru á trolvirkinum ein dag um vikuna í 6 vikur og arbeiða. Hetta samstarv eru bæði næmingar og starvsfólk á trolvirkinum glað fyri.
Í fleiri ár hava næmingar á sjóvinnubreyt fingið tilboð um at taka trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum. Skeiðið er eitt krav, um ein ætlar sær við fiskiskipi. Áður hevur skeiðið verið hildið í Suðuroynni í 2 dagar, men av tí at lógin um trygdarskeið varð broytt fyrr í ár, mugu næmingarnir nú til Klaksvíkar at taka trygdarskeiðið. Sambært lógini er trygdarskeiðið nú í 5 dagar, meðan tað fyrr var í 2 dagar.
Mánadagin 3/4 - 17 fer sjóvinnubreytin í Tvøroyrar skúla og Vágs skúla á trygdarskeið hjá Sjónám í Klaksvík. Breytin telur 14 næmingar. Næmingar, ið hava tikið hetta skeiðið, hava møguleika at fara beinleiðis til skips, tá ið summarfrítíðin byrjar.
mar. 2024