19.jan 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í gjár stuttleikaðu næmingar og lærarar sær í kavanum inni á Døggini.
Skreitt varð í góðar tveir tímar, og tá næmingar og lærarar komu aftur í skúlan á middegi, fingu tey kakao og pannukøkur, sum nakrar raskar gentur og lærarar høvdu bakað.
Í dag skreiða næmingar og lærarar í Trongisvágs skúla, og tey verða ikki snýtt fyri kakao og pannukøkur, tí køksholdið í 8. og 9. flokki syrgir fyri, at tey í Trongisvági eisini fáa okkurt søtt, tá tey eru liðug at skreiða.
Trivnaðarátakið tekur støði í trivnaðarætlans skúlans, sum sigur:
Skúlin, saman við næmingunum, skipar fyri fleiri trivnaðarátøkum um árið. Endamálið er at menna og styrkja: Tolsemi, virðing, tryggleika, ágrýtni, álit, ábyrgd og ymiskleika.
Nógvar myndir eru tiknar av trivnaðarátakinum, og verða hesar lagdar í myndasavnið á heimasíðu skúlans skjótast gjørligt.
apr. 2024