12.des 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Í sambandi við greytardagin fríggjadagin 9/12 nýtti mentanarnevndin í Tvøroyrar kommunu høvið at vitja skúlan.
Í hesum sambandi bar forkvinnan, Anita Vibergsdóttir, fram heilsan til næmingar og lærarar í skúlanum.
Hon takkaði næmingaráðnum fyri tann væleydnaða trivnaðardagin fyrr í ár, og sum tøkk fyri hetta handaði hon næmingaráðnum tveir málningar, ið Ýr Ákadóttir, næmingur í skúlanum, hevur málað.
Tvøroyrar skúli setti sær fyri at fáa næmingaráðið upp at koyra aftur skúlaárið 2014/15, og tað hevur eydnast væl. Hvørt ár velja næmingarnir nýtt næmingaráð, og tískil er sitandi næmingaráð tað triðja í røðini. Tey bæði undanfarnu næmingaráðini hava verið á vitjan í mentanarnevndini, og eftir ætlan vitjar núverandi næmingaráð kommununa fyrst í komandi ári.
mar. 2024