Innrita

Næmingaráðið tikið samanum

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Næmingaráðið tikið samanum

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 22.05.2017

Í dag hevur tað eldra næmingaráðið havt síðsta næmingaráðsfundin í hesum skúlaárinum. Her hava tey tikið samanum alt, ið tey hava skipað fyri hetta skúlaárið. Umboðini í næmingaráðnum eru samd um, at tey hava fingið nógv burturúr í ár, og halda, at hetta hevur verið ein spennandi og lærurík avbjóðing. Tey gleðast um at sleppa at taka ábyrgd og sjálvi at skipa fyri. Umboðini í næmingaráðnum føla, at leiðsla og lærarar taka væl undir við teirra hugskotum, og gera alt fyri stuðla og hjálpa. 

- Trivnaðardagur

 Næmingaráðið skipaði fyri einum trivnaðardegi. Byrjað varð við postarenning saman við øllum næmingunum í skúlanum. Seinni var konsert við Danny & the Veetos, Eyðun Nolsøe, Eyðun Ásasyni og Pól Arna og John Áka úr Hamradun. Næmingaráðið valdi at bjóða 9. flokki í Hvalbiar skúla og 9. og 10. flokki í Vágs skúla við til konsertina. Øll umboðini í Tvøroyrar býráð vóru eisini við hendan dagin. Dagurin eydnaðist sera væl. 

Broytt morgunsangin

 Næmingaráðið hevur gjørt nýtt hefti við ymiskum føroyskum sangum. Hvønn dag velja flokkar ein sálm og ein sang. Hetta hevur gingið okey, men kanska onkrar broytingar skulu gerast til komandi skúlaár.

- Matardagar

 Afturvendandi tiltak at gera mat/køku til næmingarnar í skúlanum. Yngra og eldra næmingaráðið hava luttikið í hesum bæði í Tvøroyrar og Trongisvágs skúla. 

- Jólamarknaður

 Aftur í ár skipaði Tvøroyrar skúli fyri jólaevnisviku, ið endaði við einari jólasølu. Næmingaráðið valdi, at innkomni peningurin skuldi latast Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Avgjørt varð, at peningurin skuldi nýtast til at keypa búfólkunum ein massagustól. Hetta bleiv avdúkað til stóra jólahaldið hjá skúlanum, somuleiðis sum forkvinnan í næmingaráðnum handaði búfólkunum kekkin áljóðandi 42.000 kr. Næmingaráðið og skúlin vildu røkka longur enn bert til tey eldru á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, og tískil vóru næmingar og vitjaðu allir borgarar, ið vóru 80+ við bakstri og einari jólaheilsan. 

- Føstulávintshaldið

 Afturvendandi tiltak. Næmingaráðið skipar fyri kapping og vinningum í sambandi við føstulávintshaldið. 

- Samstarv við Vágs skúla

 Næmingaráðið hevði eitt stórt ynski um samstarv við næmingaráðið í Vágs skúla. Tankin var, at tey koma at vitja okum og saman møguliga skipa fyri einum felags tiltaki fyri alla oynna. Tìverri fingu okur ikki svar uppá innbjóðingina, so tað bleiv ikki til nakað á hesum sinni. 

- Verndareinglar

 Umboð í næmingaráðnum deildu endurskin út til næmingar skúlans.

- Endurskins- og ferðslukanning

 Samstarv millum næmingaráðið og løgregluna. Løgreglan kannaði bilar, og næmingaráðið kannaði endurskin, tá næmingarnir komu í skúla. 



Í næstum skulu 9. og 10. flokkur til munnligar próvtøkur. 8. flokkur skal á námsferð og eisini til próvtøkur. Tískil takka hesi fyri seg í næmingaráðnum. Møguliga fara næmingaráðsumboðini í 5., 6., og 7. flokkunum at skipa fyri onkrum tiltaki í næstum. Umboðini í eldra næmingaráðnum eru hesi: 

7.a - Adrian Park og Lilja Delmarsdóttir Jacobsen

7.b - Rakul Túná Rúnadóttir og Petur Hammer

8.a - Kristian Hofgaard og Janus Marnerson

9.a - Jórun Magnusdóttir Kristensen og Lív Fossdal Guttesen

10.a - Halldis Michelsen og Rani Midjord

Aftur