21.nov 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Mánadagin 13. novembur, beint áðrenn býráðsfundin kl. 17:00, fekk Tvøroyrar Kommuna vitjan av næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla til árligan fund.
Býráðslimir vóru til staðar, og tey ungu fingu høvið til at heilsa upp á býráðslimirnar,spyrja teir um ymiskt og seta fram ynskir.
“Tað var ein góður og jaligur fundur, har næmingarnir í verki vístu, hvussu væl teir duga at samskifta”, sigur Mariann Mikkjalsdóttir, lærari og hjálparfólk hjá næmingaráðnum.
mar. 2024