13.jan 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Nógv børn eru skrivaði inn í 1.flokk og frítíðarskúla á Tvøroyri næsta skúlaár.
Tá innskrivingin í gjár var liðug, vísti tað seg, at 32 næmingar byrja í 1.flokki í Trongisvágs skúla næsta skúlaár, meðan 37 børn úr 1. og 2.flokki ynskja at byrja í frítíðarskúla.
-Hetta er gleðiligt, tí tað eru fleiri ár síðani, at so nógv børn eru skrivaði inn í 1.flokk og frítíðarskúla, siga Bjørg Hofgaard, deildarleiðari í Tvøroyrar skúla og Kari Petersen, dagstovnaleiðari.
Seinast, næmingatalið var so stórt, at næmingar vóru til tveir 1.flokkar, var skúlaárið 2010/2011, tá 28 næmingar vóru skrivaðir inn.
Skúlaárið 2011/2012 blivu 24 næmingar skrivaðir inn, meðan talið skúlaárið 2012/2013 var 14.
apr. 2024