08.mar 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Nógv er á skránni hjá 9. flokkunum í hesum døgum, og í gjár var onki undantak. Dagurin, ið byrjaði við sjónleiki fyri alla framhaldsdeildina, endaði við vitjan á Miðnámsskúlanum.
Á hvørjum ári bjóðar Miðnámsskúlin øllum 9. flokkunum í oynni á vitjan. Lærarar og næmingar á Miðnámsskúlanum skipa fyri kunning og undirhaldi, so okra næmingar kunnu fáa innlit í, hvussu tað er at ganga á Miðnámsskúla.
Tá Guðrið Johansen, rektari á Miðnámsskúlanum, hevði boðið okum vælkomnum, var tónleikaframførsla á skránni. Næmingar, ið hava valt tónleik, framførdu tveir sangir, og ikki kann sigast annað enn, at tað ljóðaði sera væl.
Niels Jacobsen, ið er lestrarvegleiðari á Miðnámsskúlanum, kunnaði um skúlan, ymisku breytirnar og vallærugreinarnar, um stuðulsmøguleikar, upptøkutreytir, umsóknarfreist og annað viðkomandi.
Næmingar á skúlanum vístu okum runt, og 9. flokkarnir sluppu at hyggja inn í ymisku skúlastovurnar, har undirvísing var í fleiri. Í døgurðasteðginum bjóðaði Miðnámsskúlin 9. flokkunum døgurða: Vælsmakkandi karrybollar og rís.
Eftir døgurða var tíð til tveir skúlatímar. 9. flokkarnir vórðu býttir í bólkar, og tey fingu møguleika at luttaka í "vanligari" undirvísing í tveimum ymiskum lærugreinum (týskum, sponskum, tónleiki, støddfrøði, búskaparlæru og evnafrøði).
Dagurin endaði klokkan 13.30, tá bussar komu eftir 9. flokkunum.
Okur takka fyri innbjóðingina og ein góðan dag á Miðnámsskúlanum.
apr. 2024