02.jun 2016
Lagt út hevur: Support
Starvið sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 20161
Í Tvøroyrar skúla eru í løtuni 234 næmingar í 1. - 10. fl., og 30 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvið við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á á útlendskum tilfari.
Tvøroyrar og Vágs skúli hava samstarv um breytirnar í 10. flokki, sum eisini hevur næmingar úr Hvalbiar kommunu.
Eitt serstakt skúlatilboð til næmingar við serliga truplum læruførleikum verður komandi skúlaár skipað fyri alla oynna í Tvøroyrar skúla, tó við frálæru bæði á Tvøroyri og í Vági fyrsta árið.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
Ø undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
Ø dugir at samstarva og er fyrikomandi
Ø er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans.
Harumframt skal varaskúlastjórin
Ø vera næsta samstarvsfólk skúlastjórans
Ø saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
Ø undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans
Ø vera fúsur og førur fyri at loysa trupulleikar
Ø saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum, hava lokið leiðaraútbúgving ella eftir fyriskipan mentamálaráðsins taka eina slíka, skjótast til ber.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tvøroyrar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skyldiga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi leygardagin, 2. juli á middegi
Umsóknin verður stílað til:
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3
Postboks 23
FO-800 Tvøroyri
Men kann eisini sendast sum teldupostur til:
tvo@skulin.fo ella johan.joensen@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær Johan Joensen, skúlastjóra, á tlf. 220629
apr. 2024