Innrita

Pakka jólapakkar

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Pakka jólapakkar

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 22.11.2017



Tað er eftirhondini vorðið siðvenja, at 8. flokkarnir hjálpa kommununi við ymsum smáum uppgávum serliga viðv. jólafyrireikingum. Afturfyri fær flokkurin eitt oyra, sum er gott ískoyti til setursskúlatúrin.

Fríggjadagin í síðstu viku vóru nakrir næmingar, nøkur foreldur og flokslærarar á kommunuskrivstovuni og pakkaðu jólapakkar, ið skulu býtast út, tá jólatræið í býnum verður tendrað. Pakkaðir vóru yvir 700 pakkar, og nógv gott var koyrt í posarnar. Tað gekk sum á samlibandi.

Næmingarnir skulu spæla jólamenn og nissur og býta út pakkar, tá træið verður tendrað leygardagin  25. nov. Harafturat skulu næmingar og foreldur bjóða heitt kako og bollar. Tað plagar at vera ein mikið hugnalig løta í miðbýnum.

Seinni verða smærri jólatrø sett upp í Froðba, Ørðavík og í Trongisvági, og tá tey verða tendrað, skulu nakrir næmingar vera við og býta út karamellur.