04.apr 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Næmingarnir í 9.flokki í Tvøroyrar skúla skulu til pisakanning týsdagin 10.apríl 2018 kl. 09.00
Próvstovan skipar vegna Mentamálaráðið fyri PISA kanningini og samskiftir við teir skúlar, sum luttaka.
Kanningarstøðini skipa fyri at høli og annar útbúnaður er klárur til kanningina.
PISA 2018 byrja kl. 9.00, og næmingarnir skulu hava atgongd til hølið einar 10 minuttir áðrenn.
PISA 2018 er í fleiri pørtum. Fyrst er stutt frálæra í skipanini. Til hetta er neyðugt við stórskíggja við atknýttari teldu í royndarhølinum. Síðani kemur sjálv PISA kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir. Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.
Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.
Umsjónarfólkini verða á skúlunum kl. 8 at tryggja, at alt er, sum tað skal vera og at tendra teldurnar. Hetta merkir m.a. at borðini skulu vera stillað upp, sum vanligt er til royndir. Teldurnar skulu standa klárar á borðunum, so tær kunnu verða tendraðar, áðrenn næmingarnir koma inn.
PISA 2018 verður bert framd á teldu. Kanningarstøðini hava ábyrgd av at allar teldur (PC’arar eins og MAC maskinur) eru vælvirkandi og kunnu sleppa út á internetið at senda svarið til PISA.
Skúlanir skipa fyri at næmingar hava við sær ella fáa frá skúlanum 2 blonk A4-ørk, blýant/ penn, viskileður.
Skúlaleiðari ella lærari kemur við næmingum til kanningarstaði og er tøkur meðan kanningin er. Uppgávan er m.a at vera til taks, soleiðis at hann kann fylgja næmingi á vesi, um tørvur er fyri tí. Roknað verður við at kt-vørður á kanningarstaðnum er tøkur í hølinum tann fyrsta tíman og annars til taks meðan kanningin er.
Kanningin er ein samanhangandi heild. Næmingarnir eru í kanningarhølinum alla kanningartíðina. Umráðandi er, at skúlarnir minna næmingar á at hava fløsku við vatni og onkra frukt við sær. Næmingarnir mugu ikki fara úr hølinum teir umleið 4 tímarnar, PISA kanningin varir.
PISA 2018 fer fram á geyma, sum umsjónarfólkini hava við sær. Harumframt hava umsjónarfólkini eitt ark við til hvønn næmingin. Á arkinum er tilskilað: Navn næmingsins, næmingafrámerki og loyniorð. Umsjónarfólkini leggja økini á borði, so næmingar síggja, hvar teirra pláss er.
mar. 2024