19.jun 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Um ein kemur á gátt í Tvøroyrar skúla í hesum døgum, sær ein nokk, at gerandisdagurin er eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Framhaldsdeildin gongur til royndir og próvtøkur, meðan 5., 6. og 7. flokkarnir hava eina heldur serstaka uppgávu.
Sum tykur kanska hava lisið á in.fo ella hoyrt í KvF, hava okur í skúlanum arbeitt nakað við umhvørvi, og serliga í 6. flokki hevur hetta ført við sær, at børnini gjarna vildu gera ein veruligan mun. Tey fingu eitt gott hugskot: Um øll húski í Tvøroyrar kommunu fingu ein beriposa úr góðum tilfari, so fóru fólk kanska at hugsa seg um, áðrenn tey keyptu – enn – ein beriposa úr plasti? Tey skrivaðu til býráðið og spurdu, um tey vildu vera við og stuðla hesum átaki, og tað vóru tey beinanvegin.
Posar úr góðum tilfari vórðu bílagdir. Børnini vildu eisini, at tilfarið skuldi vera burðardygt, so eitt sindur av kanningararbeiði skuldi eisini til at finna fram til røttu posarnar. Búmerkið hjá Tvøroyrar kommunu varð prentað á posarnar og á baksíðuna hava børnini í 5., 6., og 7. flokkunum málað í alskyns litum. Hetta arbeiðið er liðugt, og nú er eftir at lata málingina torna og at strúka posarnar. Fríggjadagin fara næmingarnir so hús úr húsi í kommununi at handa hvørjum húski ein beriposa.
Ein hjartans tøkk til Tvøroyrar kommunu, at tey lurtaðu eftir okra næmingum og loftaðu hesum góða hugskotið og fyrispurningi. Okra næmingar hava sæð í verki, at okur kunnu øll gera mun, og at tað væl ber til at koma við hugskotum og fyrispurningum til tey, ið ”bestemma”.
--
Um tykur vilja hoyra meir um hetta átakið, ber til at lurta eftir innslagi í Kvf, har morgunsendingin 19. juni 2019 tosar við flokslæraran hjá 6. flokki, Mariann Mikkjalsdóttir.
apr. 2024