02.feb 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Í farnu viku vitjaði íslendski rithøvundurin Arnar Már Arngrímsson føroyskar skúlar.
Norrøna Felagið og Bókadeildin løgdu í felag hesa vitjanina til rættis, sum eydnaðist sera væl. Rithøvundurin vitjaði ein HF-flokk á Glasi, Nám X í Eysturskúlanum og 8. og 9. flokkarnar á Tvøroyrar skúla. Arnar greiddi næmingunum frá Íslandi og skaldsøgu síni ‘Einki samband’, sum Bókadeildin gav út í 2018. Hann tosaði íslendskt við næmingarnar, og teir vóru ovfarnir, tí teir skiltu so at siga alt. Eisini varð lisið úr skaldsøguni bæði á íslendskum og føroyskum. Flestu næmingarnir høvdu frammanundan lisið brot úr bókini ella lurtað eftir henni í útvarpinum. Vit vóna, at vitjanin var ein góður brellbiti, og at tey nú við góðum lesilysti halda fram at lesa og lurta.
Laurina Niclasen týddi skaldsøguna úr íslendskum.
Kelda: Bókadeild Føroya Lærarafelags.
apr. 2024