18.jun 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
MENTAMÁLARÁÐIÐ
Starv sum skúlastjóri
í Tvøroyrar Skúla
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Tvøroyrar skúla.
Í Tvøroyrar skúla verða 244 næmingar næsta skúlaár í 10 árgangum. Starvið verður sett frá 1. september 2019.
Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim, og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.
Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning.
Førleikakrøv
• Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
• Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og skeið í leiðslu.
• Skulu duga at orða seg á góðum føroyskum máli.
• Skulu hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tvøroyrar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2019.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking.
Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.
Sí heimasíðu skúlans www.tvoroyrarskúli.fo?
apr. 2024