05.okt 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Skúlastýrisvalið á Tvøroyri verður týsdagin 08.novembur 2016.
Valhølið verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla, og opið verður frá kl.10.00 – kl.20.00.
Vallistin til skúlastýrisvalið liggur frammi á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri frá týsdegnum 18.oktober 2016 og til týsdagin 1.novembur 2016.
Uppstillingarfundur verður mánakvøldið 24. oktober 2016 kl.19.00 í dupultstovuni í Tvøroyrar skúla.
Seinasta freist at lata formanninum í valnevndini, Finn Thomsen, valevnislistar, er týskvøldið 1.novembur 2016 kl. 00.00.
Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu við at venda sær til formannin í valnevndini atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl.18.00, dagin fyri valið.
mar. 2024