28.apr 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tveir næmingar í 9.flokki í Tvøroyrar skúla hava verið í starvsvenjing í Grønlandi.
Hvørt ár fara 9. og 10.flokkarnir í føroyska fólkaskúlanum í starvsvenjing í 14 dagar.
Tað er ógvuliga ymiskt á hvørjum ári, hvar næmingarnir fara í starvsvenjing, men vanligt er ikki, at næmingar velja at fara til Grønlands. Men hesaferð valdu tveir næmingar – Jónhild Nybo og Súsanna Larsen- at fara til Grønlands at arbeiða á hotelli. Tær siga báðar, at hetta vóru 14 spennandi dagar, har tær, umframt at arbeiða, eisini høvdu nógvar heilt spennandi upplivingar.
Starvsstøðini, sum næmingarnir í 9.flokki valdu hesaferð, vóru:
Suðuroyar Sjúkrahús, Varðin Pelagic, Suðuroyar Apotek, Bærendsen Teknik, Føroya Tele, Tøkni, Gaards Bakarí, Barnagarðurin Mýrifípan, Hotel Sisimiut, Miðlahúsið, Bakaríið hjá Hans Olaf, NCC Føroyar og Bilverkstaðin hjá Eyðun.
mar. 2024