03.may 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Hesi 5 tíðaravmarkaðu størvini eru leys at søkja í Tvøroyrar skúla
Lærarar skúlaárið 2017/2018
5 lærarar í tíðaravmarkað starv
Hesi fimm størvini eru vegna lækkað tímatal, serligan tørv, farloyvi og avlopstímar.
Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1.sept.2017.
Søkt verður eftir lærarum sum
• duga væl at samstarva og samskifta
• vilja menna seg sjálvan og skúlan
• sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga
• vilja fevna ymiskleikanum og styrka felagskapin
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum:
1. Týskt í hádeild
2. Støddfrøði í mið/hádeild
3. Heimkunnleika
4. Tímar í serflokki
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 17.mai 2017 kl.12.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Finn Thomsen, skúlastjóra, á tlf.214955 í skrivstovutíð. (Sí heimasíðu skúlans tvoroyrarskuli.fo
Eisini ber til at senda teldupost til : finn.thomsen@skulin.fo
Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og hádeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
apr. 2024