28.apr 2017
Lagt út hevur: Finn Thomsen
3 størv sum námsfrøðiligir stuðlar eru at søkja í Tvøroyrar skúla.
Søkt verður eftir:
Tveimum námsfrøðiligum stuðlum til næmingar í 5.og 7. flokki. Stuðlarnir skulu hava 924 árstímar hvør, ið svarar til lønarbrotið 0,525.
Einum námsfrøðiligum stuðli til næmingar í serflokki.
Í serflokkinum eru 6 næmingar. Stuðulin hevur 1056 árstímar og lønarbrotið 0,6.
Tann, ið settur verður, skal:
duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.
Stuðulsstarvið
Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving/royndum hava fyrimun.
Lønar- og setanartreytir
Stuðulsstørvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15.mai 2017, klokkan 12.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Finn Thomsen, skúlastjóri, tlf. 371582 í skrivstovutíð.
Teldupostur: finn.thomsen@skulin.fo
Myndina eigur Reidar Simonsen
apr. 2024