Innrita

Ungdómur klárur til FM í íverksetan

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Ungdómur klárur til FM í íverksetan

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 21.02.2018


 

Verkafúsur ungdómur í Tvøroyrar skúla klárur til FM í íverksetan

 

Í gjár skrivaðu vit um spennandi og forkunnuga tiltakið í SALT, FM í íverksetan fyri skúlanæmingar, ella Skúla FM, ið tað eisini verður nevnt. Skúlanæmingar kring alt landið kappast um at vinna “Gullfræið”, fyri bestu verkætlanina.

 

Á fyrsta sinni er Tvøroyrar Skúli umboðaður, ja, fyri fyrstu ferð yvirhøvur er Suðuroyggin, sum heild, umboðað í finaluni.

 

Tvøroyrar Kommuna vitjaði í dag í Tvøroyrar Skúla, fyri at hoyra eitt sindur um verkætlanina og fyri at kunna borgarunum um, hvat skúlaungdómurin tekst við. 

 

Tíðindagreinin er av heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.

 

Alexandra Ripley, lærari í Tvøroyrar Skúla, er vegleiðari hjá luttakandi bólkinum, ið er myndaður av teimum trimum floksfeløgunum og vinkonunum Bjørk Torfinnsdóttir, Elin Niclasen og Anju Magnussen. Hesar ganga til dagliga í 10. flokki í Tvøroyrar Skúla.

 

Alexandra sigur, at gjørt bleiv av at melda Tvøroyrar Skúla til Skúla FM longu í august. Í september var flokkurin til fyrilestur í Tórshavn, har kendi danski íverksetarin, Kasper Blom, ið gjørdist vælhavandi longu sum 12 ára gamal, takkað verið einum góðum hugskoti, greiddi frá sínum royndum.

 

Fyrilesturin gav góðan íblástur, og tóku tey tí stig til at taka næsta fetið við at deila flokkin í nakrar bólkar, ið hvør skuldi koma við sínum góða hugskoti. Alexandra sigur, at tað var sera trupult at velja millum tey fýra hugskotini, tí tey vóru øll so sera góð. Bólkarnir løgdu fram, og so valdi ein læraradómsnevnd besta hugskotið út. Ólavur Weihe Joensen, ið var við til at vinna Skúla FM í 2015, vitjaði eisini flokkin og greiddi frá sínum royndum. Bæði lærararnir og Ólavur hildu, at uppskotið hjá teimum trimum vinkonunum var tað besta, tí var tað valt út.

 

Vit fara ikki her at avdúka hvat hugskotið snýr seg um, tí eitt sindur av spenningi skal verða eftir til fríggjamorgun 23. februar kl 10:00, tá tiltakið fer av bakkastokki á Drelnesi. Avdúkast kann tó, at hugskotið er sera tíðarhóskandi og passar júst til tað rákið, ið heimurin tekur í dag. Ja, ein vil kanska fara so langt sum til at siga, at tað hevur skund at fáa tílík hugskot gjørd til veruleika.

 

Tær 3 siga, at tær eru spentar,  nú tann stóri dagurin nærkast alsamt, men tær ivast ikki í, at tær verða klárar á degnum. Tær hava, eins og restin av flokkinum, verið til fyrilestur um, hvussu tú ger eina framløgu, og vóna tær, at tað kemur teimum til gagns í finaluni. Framløgan skal ikki vara longur enn 6 minuttir, og tær hava góðar vónir, hóast tær kenna rættuliga stóra ábyrgd, nú Tvøroyrar Skúli verður við á fyrsta sinni. Tær arbeiða miðvíst við ætlanini, bæði í skúlanum og heima,og tað eru nøkur stolt foreldur, ið kunnu sessast í saltsiloini næsta fríggjadag.

 

Alexandra sigur at arbeiðið gongur væl. “Tær eru kanska ikki tær mest larmandi genturnar, men tær eru sera skilagóðar”, sigur hon. Tær høvdu eina góða framløgu á sinni, og eg ivist ikki í, at tær fara at klára seg væl á degnum, sigur Alexandra, sum á degnum má sessast millum áskoðararnar, tí tá tíðin er komin til at fara á pallin, fara Elin, Bjørk og Anja einsamallar.

 

Tvøroyrar Kommuna fer at ynskja Anju, Bjørk, Elini og Alexandru bestu eydnu til Skúla FM, og vit Image

fegnast um, at Tvøroyri er umboðað á einum so kveikjandi tiltaki. Tvøroyrar Skúli eigur eisini rós uppiborið fyri at gera sítt til, at næmingarnir vilja vera við í hesum.

 

Frá vinstru á myndini: Bjørk, Alexandra, Elin og Anja.

 

Outlook til iOS

Aftur