23.mar 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
7.mars var 8.flokkur boðin við til ferðsludag hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Endamálið við hesum átakið er at fáa næmingarnar at skilja, hvussu nær vandanum teir í veruleikanum eru í ferðsluni. Vandin eru ikki “bara hini”, men eisini ein sjálvur. Næmingarnir standa á gáttini til vandamesta tíðarskeiðið í lívinum í ferðsluhøpi, og er tað ymiskt, ið skal havast í huga, tá ein ferðast í ferðsluni.
Ferðsluvanlukkur er fremsta orsøk til deyða hjá ungum 15-25 ár, og 90% av ferðsluvanlukkum henda av menniskjansligum mistøkum.
Eftir ein sera forvitnisligan dag hjá RFF, gekk leiðin í Løgtingið, har løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, tók ímóti. Næmingarnir fingu eina rundsýning, og Páll á Reynatúgvu greiddi næmingunum m.a. frá, hvussu tingarbeiðið er skipað.
apr. 2024