Innrita

Ársfrágreiðing 2010

X

Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55

Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:

Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582

Leiðsla:

Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari

Førleikastovan:
​​

Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo

Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.

Ársfrágreiðing 2010

Ársfrágreiðing 2010

Hetta er annað árið, hetta skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi.

Fyrst vil eg siga, at tað vóru ring tíðindi , tá vit frættu, at Martin Eidesgaard, skúlastjóri, var vorðin álvarsliga sjúkur. Hetta hevði við sær, at leiðslan í skúlanum varð broytt. Johan Joensen er nú fyribils skúlastjóri, Finn Thomsen , varastjórið og Heri Thorsteinsson     deildarleiðari í Trongisvágs skúla.

Vit senda Martin okkara bestu ynski og vóna, at hann skjótt kemur fyri seg aftur.

Vit hava sum skúlastýri sett okkum sum mál at betra um hølisviðurskiftini í skúlanum, serliga í Tvøroyrar skúla er hetta neyðugt

Arbeiði hjá okkum síðan seinasta fund , hevur verið eitt sindur av hvørjum. Hvussu hetta er eydnast, eru tað nokk fleiri meiningar um.

Eitt, sum var sera átrokandi hjá okkum, var at fáa eina kanning av inniluft og soppi gjørda  í Tvøroyrar skúla. Úrslitið av hesum kemur Lasse at greiða tykkum nærmari frá, og møguleiki verður eisini at seta spurningar fram um hetta.

Fyrstu kanningarnar vóru gjørdar  22. sept. 2009. Tað harmar okkum tó almikið, at skúlastýrið ikki fekk úrslitið av hesum kanningum fyrr enn  8. feb. 2010.

Tað hevur verið nógv tosað og skrivað aftur og fram um hesi viðurskiftið, men nú sær út til, at samskiftið ímillum skúlastýrið og býráðið er  komið í rættlag. Avtalað er gjørd við Teknisku deild um, at kanningar regluliga verða gjørdar av skúlanum, so at ongin ivi skal vera um, at skúlin er tryggur at vera í, bæði hjá næmingum og lærarum.

Vit hava  roynt, at bøtt um vesiviðurskiftini í Tvøroyrar skúla.

Har er ein fyribilsloysn gjørd , so at genturnar nú brúka læraravesini og lærararnir brúka vesið, sum er ætlað til fólk við breki, og dreingirnir  hava fingi vesini, sum eru uttanfyri fimleikahøllina.

Sum sagt, er hetta ein neyðloysn, og vænta vit, at avvarandi myndugleikar gera nakað við hetta sum skjótast.

Portrið, sum skuldi setast á aftur gamla skúlagarð, er ikki komið á enn. Hetta er eisini eitt mál, sum vit hava brúkt  nógva orku uppá í skúlastýrinum. Vit fingu at vita frá býráðnum, at hetta málið var avgreitt, men enn er onki portur sett á. Sum skilst, skal okkurt arbeiði gerast við vatnleiðingina í Kongabrekkuni, áðrenn hetta vælsignaða portur verður sett á aftur. Tað hevði verið ynskiligt, at hetta verður gjørt, áðrenn arbeiði fer ígongd. Her verður hugsað um trygdina hjá børnunum.Vit duga ikki at síggja, hví hetta ikki kann gerast beinan vegin, men hetta eru avgerðir, sum vit lítla og onga ávirkan hava á, tíverri.

Tað er ynski frá lærarum, foreldrum og okkum, at hetta verður gjørt skjótast.

Eisini hava vit tosað um at sett eitt portur upp í á ovari síðu Trongisvágs skúla.

Eitt, sum vit øll minnast, er málið um ætlaða fteirskúla í Trongisvágs skúla.

Her mótmælti skúlastýrið harðliga framferðarháttinum hjá Tvøroyrar býráð um  at taka eina so týdningarmikla avgerð uttan at kunna leiðslu skúlans og skúlastýrið frammanundan.

Hendan ætlan var tó av ongum. Og tað er at gleðast um, at mong foreldur ikki lótu hetta fara aftur við borðinum, men tóku stig til at mótmæla hesum. Tøkk skulu tit hava fyri tað.

Á fundi miðjan juni varð semja gjørd um at  gera ein skúlagarðsbólk. Hetta er fyrst og fremst fyri at bøta um skúlagarðarnar, men eisini fyri at menna samstarvið ímillum heim og skúla . Vit ynskja sjálvandi at børnini hjá okkum skulu hava skúlagarðar, sum eru innbjóðandi og kveikjandi at vera í. Eisini vísa kanningar, at umhvørvið í og kring skúlan hava stóran týdning fyri innlæring og trivnað hjá einstaka barninum..

Ein bólkur av foreldrum og lærarum er farin ígongd við hetta. Súsanna Bertholdsen hevur vegna skúlastýrið átikið sær at verða samskipari í hesum bólki. Tveir fundir hava verið, og nú verður farið til verka.

Loyvið er fingið frá leiðsluni í skúlanum og Teknisku deild til at skipa fyri einum garðsdegi.

Hetta er bert byrjanin, tí ætlanin er at gera eina verkætlan fyri skúlagarðarnar, og er tað við góðum treysti, vit fara ígongd.

Vit hava verið á fundum saman við øllum skúlastýrum her í Suðuroynni um bygnaðarbroytingar í fólkaskúlanum.

Eisini var Óli Rubeksen ,SSP ráðgevi, og hevði fyrilestur fyri  Vágs, Hvalbiar og okkara skúla.

SSP stendur fyri  skúli , sosialur mynduleiki og politi. Hann greiddi frá, hvussu umráðandi tað er, at allir partar samstarva, og var hetta sera áhugavert.

Mentamálarráðið skipaði í maj fyri ráðstevnu um skúlabyrjan í Norðurlandahúsinum , og Súsanna Bertholdsen var við sum umboð fyri okkum.

Tað eru settir 3 nýggir lærarar í skúlanum. Thordar Garðshamar, Eva Berg og Álvgerð Johannesen. Hetta eru ungir nýggir lærarar,  sum vit ynskja hjartaliga vælkomnir í skúlan. Ein lærari er farin frá við eftirløn eftir at hava starvast við skúlan síðani 1976, og takkar skúlastýrið Jacobinu Thorsteinsson fyri trúgva og dygga tænastu øll hesi árini.